Wild West, Bacalao og Sea Shepherd

Snartíðindi frá hósdegnum

50 metrar svimjihylur, baðiland, wellnessmiðstøð, uppvenjing, klintriveggir, tennis, rapelling, squash, golf, minigolf, spæliland og onnur frítíðartilboð. Tað tykist at tað bara er hugflogið, ið avmarkar hvat býráðið saman við privata vinnulívinum ynskja at gamli Bacalao bygningurin skal hýsa. 

 

Maðurin, sum var tikin í Mykinesi, skal sita í varðhaldi í eina viku afturat.

 

Gist og Vist letur enn eina matstovu upp, hesa ferð í Nýggjustovu í Gongini, har ætlanin er at bjóða gestunum ræstan mat.

 

Hóast hann boðaði frá, at hann fór at gevast orsaka av einum keðiligum ryggskaða, so hevur Fróði Benjaminsen nú skrivað undir nýggjan sáttmála við HB.

 

Eystari landsrættur viðgjørdi í gjár málið um grindadrápið í Sandagerði 23. juli í fjør, tá eitt umboð fyri Sea Shepherd var handtikið. Verjin vildi vera við, at mismunur varð gjørdur móti ákærda, tí at hann var ílatin eina Sea Shepherd troyggju.

 

Í fyrradagin var rættarviðgerð av grindadrápinunm í Bø sama dag, tá fýra umboð fyri Sea Shepherd vóru handtikin. Tá segði Jógvan Páll Lassen, verji, at Sea Shepherd ongantíð hevði bjargað nøkrum hvali við at loypa á bláman framman fyri grindina.

  

Tað er tað reina Wild West við Hvítanes. Tað heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin um tunnilsarbeiðið, sum nú er byrjað.