Will Smith gav oscar-vertinum ein lúsing

Eftir at skemtarin Chris Rock hevði eina skemtisøgu um konu Will Smith, fór sjónleikarin Will Smith upp á pallin og gav vertinum ein lúsing

 

Will Smith fór upp á pallin og gav Chris Rock ein lúsing undir oscarhandanini í nátt. - Foto: Brian Snyder/Reuters

Ein óvæntað hending var undir Oscar útlutanini í nátt.

Sjónleikarin Will Smith fór upp á pallin og sló skemtaran Chris Rock í andlitið, eftir at Chris Rock hevði havt eina joke um konu Will Smith, Jada Pinkett Smith.

Ógreitt er, um hendingin var planløgd ella ikki.

Chris Rock skuldu lata virðislønina fyri Besta Dokumentar, men hevði eina skemtisøgu áðrenn.

Her gjørdi hann gjøldur burturúr, at Jada Pinkett Smitt er skallut. Hon hevur húðsjúkuna alopecia, sum hevur við sær, at tú missir hárvøksturin.

Síðani fór Will Smith upp á pallin og gav skemtaranum ein lúsing. Tá hann aftur sat niðri á plássi sínum rópti hann upp til Chris Rock á pallinum.

– Lat ikki navnið á konu míni kom úr tínum fucking munni, segði Will Smith fleiri ferðir.

 

##med3##

Seinni var Will Smith aftur pallinum, tá hann tók ímóti virðislønini fyri Besta Manliga Høvuðsleiklut fyri lutin í filminum »King Richard«.

Hann tók ímóti standmyndini og helt røðu, meðan tárini trillaðu niður eftir kjálkunum.

Men hendingin frammanundan var ikki nevnd beinleiðis. Tó kom ein umbering í røðuni, men fyri hvat varð ikki nevnt.

– Eg vil fegin geva akademinum eina umbering og øllum teimum tilnevndu, segði Will Smith á pallinum.

– Kærleiki fær teg at gera okkurt ørt, segði hann.

Will Smith segði eisini, at hann vónar, at oscarakademiið vil bjóða honum aftur.

Seinni fekk hann lógvabrestir frá standandi áskoðarunum.

Tað er fyrstu ferð, at Will Smith vinnur ein Oscar. Hann er tvær ferðir áður tilnevndur. 

Tað var hann millum annað fyri leiklutin sum boksarin Muhammad Ali í filminum »Ali«.

Sambært mentanarblaðnum Vanity Fair skal Chris Rock aftaná hava roynt at skemta seg úr støðuni við tilsiping til leiklutin hjá Smith.

– Tað er einastu ferð, at tú verður sligin av Muhammad Ali, og so sæst ikki ein skramma, skal Rock eftir øllum at døma hava sagt, tá hann kom aftur um pallin, skrivar Vanity Fair.

Akademiið handan oscarhandanina skrivar á Twitter, at »akademiið góðtekur ikki harðskap í nøkrum formi«. Tað verður tó einki samt um, hvørjar avleiðingar eitt brot á hesa reglu hevur.

/ritzau/

 

##med2##

 

 

 

Will Smith fór upp á pallin og gav Chris Rock ein lúsing undir oscarhandanini í nátt. - Foto: Brian Snyder/Reuters