Wipe-out kapping í Páls Høll

Leygardagin verður heilsudagur og Wipe-out kapping í Páls Høll.

Leygardagin 16. apríl verður heilsudagur og Wipe-out kapping í Páls Høll.

 

Apoteksverk Føroya ger heilsukanningar, mátar feitt og vøddar vm. Tað ber eisini til at bíleggja sær massagu og okkurt gott at eta hendan dagin.

 

 

Hvistan og Team Rynkeby bjóða áhugaðum at renna og súkkla við teimum. Túrarnir byrja og enda í Páls Høll. Aftanná ber til at fáa eitt prát við umboð frá Hvistuni og Team Rynkeby.

 

Frá kl. 11.30 verður Wipe-out kapping fyri børn. Vinnararnir fáa heiðursmerki og gávukort frá Páls Høll. Tilmelding inni í Páls Høll

 

Kl. 11.30 1-3 flokkur.

Kl. 12.30 4-6 flokkur.

Kl. 13.30 7-10 flokkur.

 

Heiðursmerkir verða handað kl. 14.00

Sum nakað nýtt fer Sportigan nú at selja svimjiklæðir í Páls Høll.