Women Up North

?Women Up North ?5 kvinnur og 5 guitarar? er eitt samstarv millum norðurlenskar kvinnuligar artistar. Lena Anderssen, Guðrið Hansdóttir, Annika Aakjær (dk) og Strawberry Blonde (dk) fara í hesi vikuni at hava eina lítla Føroyatónleikaferð, sum tær kalla Women Up North.

 

Women Up North er eitt samstarv millum norðurlenskar kvinnuligar artistar, og er endamálið at styrkja sambandið teirra millum og at skipa fyri fleiri tónleikaferðum saman í norðurlondum.

 

Fyrsta konsertin verður í Losjuni í Gøtu, mikudagin 29. oktober kl. 20. Næsta konsert verður í Reinsarínum 30. oktober kl. 20 og leggjast kann afturat, at 30. oktober er ?Spil dansk dag? og verður nógv gjørt burtur úr hesum degi í Danmark, men hava Annika Aakjær og duettin Strawberry Blonde valt at koma til Føroyar at spæla.

 

Síðan verður síðsta konsertin á Seglloftinum á Tvøroyri fríggjadagin 31. oktober, kl. 21. Her verður tó Annika Aakjær ikki við, av tí at hon í løtuni er á tónleikaferð í Danmark.

 

Atgongumerkir kunnu keypast við dyrnar.

 

Lesið meira um Women Up North á www.myspace.com/womenupnorth