Fyri kortum gjørdist Monika Midjord Nolsøe úr Vági nummar eitt í kappingini World Beauty Queen Denmark 2019.
Hetta merkti eisini, at hon skuldi umboða Danmark í kapping Seoul í Korea; World Beauty Queen 2019.
- Eg kom í top 10 í Miss Universe Danmark, og so bleiv eg vald til at umboða Danmark í World Beauty Queen kappingini, sigur Monika Midjord Nolsøe.
Kappingin í Korea er so at siga júst lokin.
Og sigast má, at Monika Midjord Nolsøe stóð seg væl, og hon kann nú kalla seg 6. vakrast í heiminum.
Monika váttar tíðindi fyri in.fo:
- Ja, eg kom á 6. pláss. Tad eitur 5th runner-up innan vakurleikakappingar, váttar Monika Midjord Nolsøe fyri in.fo.
##med2##