Wozniacki liðug í Wimbledon

Eitt tíðarskeið var danska tennisstjørnan Caroline Wozniacki ovast á heimsstyrkilistanum. Men í seinastuni hevur tað gingið stak illa hjá henni, og tað gekk heldur einki frægari, tá hon spældi sín fyrsta dyst í Wimbledon-kappingini í London í dag. Tí hetta bleiv eisini hennara seinasti dystur í kappingini.

 

Í dystinum møtti Wozniacki eysturríksku Tamira Paszek. Dysturin byrjaði í gjár, men tá støðan var 2-2, fór tað at regna, og fyrireikararnir gjørdu av at halda fram í dag. Framhaldið bleiv líka javnt sum byrjanin, og endin var, at aftan á tríggjar tímar á vøllinum vann Tamira Paszek 5-7, 7-6, 6-4.

 

Caroline Wozniacki fær nú stundir til at fyrireika seg til olympisku leikirnar, sum byrja um ein mánað.