Wozniacki nummar eitt í heiminum

Caroline Wozniacki vann í dag ein greiðan 2-0 (6-3, 6-2) sigur á tjekkiska spælaranum, Petra Kvitova, í triðja umfari í WTA-kappingini, China Open. Harvið yvirhálaði hon amerikansku Serenu Williams, ið tilsamans hevur verið best í heiminum í 129 vikur.

 

? At vera nummar eitt í heiminum er nakað, eg havi droymt um, síðani eg var lítil genta, so hetta er sjálvandi ein sera stór løta. Eg eri sera, sera errin av tí, eg havi avrikað, sigur Wozniacki við danska kringvarpið, DR.

 

? Eg havi havt eitt fantastiskt kappingarár, eg havi vunnið á nøkrum av heimsins bestu spælarum og havi vunnið fimm kappingar, so eg haldi, at eg havi uppiborið at vera har, sum eg nú eri.

 

Enn eigur Caroline Wozniacki á at vinna ein Grand Slam-sigur. Men hon er enn bara 20 ára gomul, og tá havt verður í huga, at hon var bara 14 ára gomul, tá hon fyrstu ferð bleiv danskur meistari ? hjá teimum vaksnu, altso ? hevur hon óivað nógv gott í væntu.