Wozniacki spælir fjórðingsfinalu í nátt

Tað er Eurosport, sum vísir tennis frá Australian Open í Melbourne, og byrjað verður á miðnátt føroyska tíð. Tá spæla Li Na úr Kina og Andrea Petkovic úr Týsklandi.

 

Eftir hetta rúka teir báðir sveitsararnir, Roger Federer, sum er seedaður nummar tvey, og Stanislas Wawrinka saman. Síðstnevndi er í sínum lívs formi, og tí kann tað væl henda, at dysturin dregur út um tey fyrstu trý settini.

 

Eftir hetta er tað so danska Caroline Wozniacki, sum skal upp móti sættu seedaðu Francesca Schiavone, sum hevði ein ógvuliga harðan og drúgvan dyst móti Svetlana Kuznetsova.

 

Seinasti dysturin á Rod Laver Arena ? sum er centrecourt vøllurin ? verður millum Novak Djokovic, 3. seedaði serbin, móti Tomas Berdych frá Tjekkia, seedaður nummar seks.