Wozniacki trumlar víðari

Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá donsku Caroline Wozniacki við kappingna Australian Open.

 

Hendan kappingin er ein av teimum fýra heilt stóru tennis kappinginum í heiminum, ein av teimum sonevndu Grand Slam kappingunum. Hesar eru tí eisini tær, ið telja mest.

 

Danska Caroline Wozniacki rakk heilt í finaluna í US Open í fjør heyst, har hon tó mátti lúta fyri Kim Clijsters, sum er vend aftur til tennis eftir at hava verið burtur í burðarfarloyvi, so at siga.

 

Og sjálv Venus Williams hevur í døgunum sagt, at tað als ikki undrar hana, um Caroline Wozniacki fer allan vegin í ársins Australian Open og vinnur kappingina.

 

Tað verður tó neyvan við spæli sum í fyrsta setti í morgun, tá tað knípti álvarsliga við at fáa Shahar Peer úr Íslrael at skilja, at hon er 74 pláss aftan fyri Wozniacki á styrkislistanum.

 

Men eftir at hava yvirlivað tveir breakbóltar við støðuna 3-4, skifti Wozniacki gear, og hon vann fyrsta sett 6-4.

 

Í øðrum setti var ongantíð nakar ivi, og ikki fyrr enn við støðuna 5-0 sløsaði Wozniacki eitt sindur, men vann tó eisini tað settið og harvið dystin 6-4, 6-0.

 

Danska tennisstjørnan er nú millum 16 tær eftirverandi í kappingini, og hon skal í áttandaparts finaluni mánadagin møta kinesisku Na Li.