Australian Open byrjaði í nátt í Melbourne. Í fyrsta dystinum á Centre Court, Rod Laver Arena, vann Sharapova sín dyst móti einum ókendaum thailendskum leikara, og so var tíðin komin, at Caroline Wozniacki trein á vøllin.
Tað var framman undan greitt, at dysturin móti Gisela Dulko fór at verða trupul. Tí sjálvt um Dulko er nummar 52 á heimsstyrkilistanum í einmansleiki, so er hon immervekk nummar eitt í tvímansleiki.
Tað stóð eisini á gomlum nøglum hjá donsku heimsstjørnuni. Einans ein brotbóltur kom í fyrra settinum, og hann fekk Wozniacki og vann hann, og kom harvið upp á 4-2. Hetta helt settið út, sum Wozniacki vann 6-3.
Eisini í seinna setti leikaði hart á. Caroline Wozniacki breyt til 2-1, men hevði síðani sera stórar trupulleikar at halda egna servu, men vann seg at enda upp á 3-1. Síðani hildu báðir leikarar egna servu, men við støðuna 4-3 breyt Dulko servuna hjá Wozniacki og kom upp á 4-4, men danin breyt aftur beinanvegin, og kundi so serva settið og harvið dystin í hús.
Spælið hjá Wozniacki var ikki av tí besta, men hon spældi kortini trygt sum vanligt, og gjørdi bara 12 óprovokeraðar feilir í mun til 38 hjá Dulko.