Caroline Wozniacki er víðari til fjórða umfar at Australian Open, men tað var ikki uttan trupulleikar.
Heilt eftir ætlan vann danska tennisstjørnan fyrsta spæl, meðan Cibulkova vann sítt. Men so brutu tær báðar servurnar hjá hvørjari aðrari fram til 4-3, men so fekk Wozniacki betri stýr á, og vann at enda settið 6-4.
Í øðrum setti kom Wozniacki betri við, og breyt til 4-2, men Cibulkova breyt aftur. Til 4-3. Men so servaði danin seg upp á 5-3 og breyt síðani slovakkan aftur og vann seinna sett 6-3.
Dominika Cibulkova spældi veruliga sín møguleika, og hann var at sláa hart og taka kjansir. Hon sló eisini út móti 30 vinnarasløgum, men satsingin gjørdi eisini, at hon sló 42 óprovokeraðar feilir móti bara 11 hjá Wozniacki.
Nervarnir fóru eisini at spæla inn, tá á stóð, og Wozniacki hevði sum vant ís í æðrunum.
Í næsta umfari møtir Caroline Wozniacki javnaldranum, 20 ára gomlu Anastasija Sevastova frá Letlandi.