www.bindanditilboð.fo

Fleiri og fleiri gerast alsamt bundnari at alnótini, internetinum. Júst sum við alkoholi ella spæli. Hetta er veruleikafjart lív, ið kann elva til sálarkvøl, einsemi og skuldarkenslu. Hesum greiðir Michael B. Jørsel, leiðari á eini deild fyri ludumani (ógvuslig spæligleði), frá í Samvirke fyri apríl 1999

- Mær vantar ofta orð í veruliga lívinum, men fingrarnir standa ongantíð stillir á alnótini, segði ein 38 ára gomul kvinna, ið er bundin at alnótini, og sum tíðin er leið bert fann innihald í lívinum við at sita í sambandi við mongu vinir sínar í on-line verðini á alnótini við non-stop chatrooms , ella samrøðubólkum.

Ein mamma greiðir frá:

- 33 ára gamli sonur mín, ið er giftur og hevur tvær døtur, ger ikki annað, enn at sita við telduna, tá hann kemur til hús eftir arbeiðstíð. Hann tekur ikki longur lut í dagliga familjulívinum, hann gerst meira og meira avbyrgdur, leggur ikki merki til børnini og klandrast við konuna. Hon kennir tað, sum er hann farin frá teimum og til vinirnar í cyberspace. Hann viðgongur, hart kroystur, at hann hevur ilt við ikki at leita sær út á Nótina, men hann heldur hetta ikki vera ein trupulleika.

Samfelagið er síðstu 10-15 árini alsamt meiri merkt av teldum. Soleiðir er eisini við teim smáu heimunum.

Arbeiðshættir eru broyttir, nýggjar arbeiðsuppgávur eru komnar og nýtt samband er millum heim, arbeiðspláss og verðina uttanfyri.

Men menningin av alnótini hevur gingið sera skjótt. Um fá ár er kanska líka vanligt at vera íbundin alnótina, sum at hava telefon.

Í okkara nýfjepnu móttøku av alnótini og nýggju møguleikunum, hava vit ókritiskt tikið alnótina til okkara og síggja ikki myrku síðuna av cyberspace.

Tey flestu hava ivaleyst ongar trupulleikar av alnótini. Men onnur gerast bundin av óendaliga streyminum av tilboðum, ið eggja sansirnar. Hesir nýtarar gerast sálarliga bundnir at teim kenslum og royndum, ið teir fáa, tá teir teir nýta telduna. Júst hetta ger tað trupult at gevast ella at hava tamarhald á nýtsluni.

Í USA eru viðgerðarhættir fyri tey, ið eru sálarliga bundin at alnótini, kendir. Á okkara leiðum kenna vit ikki so nógv til trupulleikan enn, men við menningini, ið er á økinum, er kanska neyðugt at hyggja nærri at vandaøkjum og bólkum, sum sum globala nótsamansmeltingin hevur við sær.

Í Danmark hava tey á Ringgården í Middelfart síðani 1992 fingist við viðgerð av teimum, ið hava ludomani, ov ógvusliga spæligleði. Har hava tey enn ikki nógvar royndir við teimum, ið hava knýtt seg ov tætt at alnótini, men fylgjurnar fyri lívsdygdina tykist ikki vera minni, enn hjá teimum við ludomani.

Talan er um at missa fótafestið í veruliga lívinum, veruleikanum. Úrslitið er trupulleiki við at vera millum onnur fólk og sjálvsvirðið fellur skjótt.

Nýmótans menniskjað er nærum altíð friðleyst og í órógv fyri at keða seg. At keða seg verður av teim flestu tikin, sum so óheppin kensla, at alt verður gjørt, fyri at sleppa undan hesum.

Orkar ein iki at taka støðuna upp, so er ein útvegur at flýggja. Og møguleikarnir eru nógvir. At nokta, fortreingja, sova, leita sær undirhald í sjónvarpi, video, alnótini, at taka sær eitthvørt stuttligt fyri, sum til dømis at spæla virkin spøl ella fara í spæliklubbar, ella ein kann eggja sansirnar við at drekka alkohol, roykja hash ella taka pillarar.

Alnótin ella ludomani eru síðsta nýggja innan menniskjasligu trongdina til eskapismu. Kanska orsaka av lívslangari undirstimulering.

Sleppur ein ikki at gera okkurt av hesum, ið hugurin stendur til, so kann úrslitið vera ringt lag ella ein keðilig kensla. Tó hoyrir við, at hóast teir trupulleikar, ið standast av atferðini, so heldur sama mynstur fram.

Bæði við ludomani, og tá ein er bundin av alnótini, snýr tað seg um at flýggja frá einum veruleika, ið tykist trupul, samstundis sum spælt verður um eina hugsan um makt - yvir spælinum ella alnótini.

Tað kann eisini ganga skjótt, frá tí ein á fyrsta sinni roynir seg spakuliga fram á alnótini, til ein er 40 tíma alnótajunkie. Tað kann tá ikki ganga nóg skjótt við at koma heim og til sínar vinir á alnótini.

- Halló, halló, er nakar harúti? trýstir Derek the Dude vónarríkur á knappaborðið, meðan veruleikin fer framvið.

Á alnótini kann ein smoyggja sær burtur frá veruleikanum. Her er ein dreymaverð í ravmagni, ið er opin alt samdøgrið. Í tryggu havnini í cyberspace kann ein tosa um sínar innastu kenslur og sín djúpasta longsul, nýta orð, ein í veruleikanum ikki hevði droymt um at nýtt og ein kann koma at fólki skjótari og opnari, enn í veruliga veruleikanum.

Og alt er vandaleyst, tí ongum nýtist at fáa at vita, hvør ein er.

Verður ein hildin at vera heldur seinur, uttan sjarmu og smáfeitur av teimum, ein hittir dagliga, so kann ein skjótt gerast stuttligur, hittinorðaður og lokkandi við eitt sindur av listaligum kynstri á alnótini.

Alnótin gerst skjótt eitt stað, har allar kvinnur eru tryggar við seg sjálvar og tora, allir menn eru 25 ár, ljóshærdir og vakrir og øll børn eru framúr kreativ og búgvin í mun til aldurin.

Men tá teldurúturin slóknar og veruligi veruleikin vendur aftur, venda eisini veruligu trupulleikarnir aftur og eru nú verru at halda út.

Svartskygdar hugsanir, einsemi og skuldarkensla og ein nýggj ferð á alnótini byrjar, fyri at sleppa undan kenslunum og fyri at finna eggjanina og ta góðu kensluna aftur, ið fæst, við at fara frá eina chatroom, til tað næsta.

Tað er lættari at verða hangandi, enn at arbeiða seg úr støðuni. Viðgerðarhættirnir eru millum annað at fáa persónarnar at skilja støðuna og ikki falla aftur í somu grøv. Tað kann eydnast hjá øllum.

Alnótin og ludomani verða møguliga millum stóru trupulleikarnir í nýggjari tíð. Fleiri og fleiri spøl síggja dagsins ljós og talið á teim, ið ikki duga sær hógv, økist væntandi eisini.

Einki bendir á, at nakað er øðrvísi viðvíkjandi alnótini.

Nótin er samfelag teirra uttan andlit, har øll kunnu látast at vera Leonardo diCaprio ella Brad Pitt, uttan at nakar avdúkar hetta.

Baksíðan á heiðursmerkinum er, at tann einstaki flýggjar longur frá veruliga lívinum og teimum fólkum og og støðum, ið eru kring hin einstaka.


Kelda: Samvirke, apríl 1999 (Brot úr grein)