www.javnratt.fo

Javnstøðuarbeiðið kann sammetast við at læra at súkkla

Í fyrstuni er tað so ringt, og mangan siga vit, at hetta læra vit aldrin. Og vit detta og fáa ilt, og tað kiksar. Men so við og við duga vit betur og betur. Vit detta ikki, men mugu konsentrera okkum um at súkla. Og til endans hugsa vit als ikki um, at vit súkla. Vit gera tað bara og tað er ongin trupulleiki.
So er eisini við fremjanini av javnstøðu millum kynini. Vit skulu ikki missa mótið, men dríva á at venja, og reisa okkum hvørja ferð, vit detta. So kemur tann dagur, har vit - uttan at hugsa um tað - taka javnstøðuatlit. Av teirri einføldu orsøk, at vit duga.

www.javnratt.fo
Hvat er javnstøða? Og hvat er ikki? Hví hava vit eina javnstøðunevnd og hvat fæst hon við? Svarið fæst við at hyggja á nýggju heimasíðuni, har m.a. ætlanin fyri 2003 liggur.
Ein Gallup-kanning um javnstøðu, vísur, at fólk flest halda, at javnstøða er fyri kvinnur og menn. Og at fólk eru ójøvn á máli um, hvørt vit í Føroyum hava javnstøðu millum kynini ella ikki. Hetta sæst á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini.
Á heimasíðuni eru eisini lýst nøkur øki, sum hava við støðuna millum kynini at gera. T.d. heimið og arbeiðsmarknaðurin, uppaling og læra, harðskapur, og kynjabýtið í politikki. Les meira á heimasíðuni.
Í sambandi við kunning um javnstøðu hoyra vit ofta um korini hjá kvinnum, meðan korini hjá monnum tykjast at vera illa lýst.
Hetta er kanska ikki so løgi, tí tað eru í flestu førum kvinnur, sum mynda javnstøðuarbeiðið og sum alment vísa málinum áhuga. Tað er kanska heldur ikki so løgi, tá hugsað verður um, at javnstøða er tætt tengt at spurninginum um fíggjarligt frælsi og harvið at støðuni hjá kynunum á arbeiðsmarknaðinum. Har eru kvinnur onkuntíð fyri mismuni, m.a. tí tær bera og ansa børnunum, og tískil verða roknaðar óstabilar. Og tí tær traditionelt hava havt lægri løn og lægri tygn enn menn.
Sum dømi um øki, har menn eru fyri mismuni, kann nevnast foreldramyndugleika. At menn tann veikari parturin í hesum eru, er kanska heldur ikki so løgi, tí kvinnur hava rátt heima og átikið sær høvuðsábyrgdina av børnunum. Sum er, fær foreldrið, sum hevur verið mest saman við barninum, fyrimun, tá um foreldramyndugleika ræður og tað er í allarflestu førum mammurnar og ikki páparnir. Les meiri á heimasíðuni.
Javnstøðuarbeiðið hevur til endamáls at tryggja kynunum báðum góð kor, og at beina nevndu mismunir burtur.

Medvitið neyðugt
Umframt at kunna um viðurskifti, sum hava við javnstøðu millum kynini at gera, hevur sitandi javnstøðunevnd sum mál at virka fyri einari hugburðsbroyting millum fólk, stovnar, fyritøkur, feløg o.o., sum skal føra til, at javnstøðuatlit gerast náttúrligur partur í øllum avgerðum, sum hesi taka.
Tað er neyðugt, at vit gerast medvitað um støðuna millum kynini, til tess at kunna broyta tey viðurskifti, sum føra til, at annað kynið er fyri mismuni. Og tí mugu vit hvør í sær gera vart við okkum, tá vit síggja ella uppliva, at mismunur verður gjørdur vegna kyn. Tað nyttar ikki at lata sum luft ella siga, at vit ikki tora at úttala okkum.
Ábyrgdin er hjá okkum øllum - einstaklingum, arbeiðsgevarum, stovnum og fjølmiðlum o.ø.. Vit hava øll ábyrgd av, at Føroyar gerast eitt land, har javnstøða ikki bert er til á pappírinum, men eisini í gerandisdegnum - í veruleikanum.