www.mega.fo fyrsti føroyski internethandilin

Føroyingar hava nú fingið sín fyrsta internethandil. Tað er telduhandilin Mega í Havn, sum nú býður føroyingum at keypa telduútbúnað

Á midnátt mikunáttina bar fyri fyrstu ferð til at bíleggja vørur frá einum føroyskum internethandli. Tað er telduhandilin Mega í Havn, sum eigur og rekur handilin á netinum.

Handilin er skipaður á tann hátt, at keyparin kann klikkja seg inn á ymiskar vørur, ið hann ella hon hevur áhuga fyri. Fær hesin hug at keypa vøruna, klikkir hann ella hon á hana, og so fer hon í eina grafiska innkeypskurv á heimasíðuni. Tá liðugt er at velja sær vørur, ber til at hyggja í kurvina, og um ætlanin er at keypa vørurnar, sum í kurvini eru, skal bert klikkjast á keyp. Nú er vøran keypt, og verður hon send við postuppkravi sum skjótast.


VISA um ein mánað

Í líknandi internethandlum úti í heimi ber til at gjalda vøruna, beinan vegin hon verður bíløgd. Hetta verður gjørt við at keyparin skrivar nummarið á VISA korti sínum, navn og aðrar upplýsingar í nakrar teigar, tá hann er liðugur at velja sær vørurnar. Hesa skipanina ber enn ikki til at nýta í telduhandlinum hjá Mega, men Mark Joensen, eigari av handlinum sigur tó, at hetta skuldi fari og borið til innan ein mánað. Tað eru nakrir smálutir, ið skulu fáast í rættlag í Danmark áðrenn hetta fer at bera til, men hann sigur seg hava fingið munnliga váttan fyri, at øll viðurskifti skulu fáast í rættlag sum skjótast, helst innan ein mánað.


Gevur vinning

Eigarin av Mega væntar, at nýggi internethandilin fer at geva góðan vinning av sær. Nú røkkur handilin jú inn í hvørt hús í Føroyum, sum hevur internetsamband, og tískil er lættari hjá fólki at síggja útboðið í handlinum. Tey skulu jú bert velja heimasíðuna hjá Mega, og so eru tey í handlinum.

Men internethandilin lættir ikki bert um hjá keyparunum. Hann lættir sanniliga eisini um hjá handlinum Mega. Internethandilin sparir arbeiði og sostatt eisini starvsfólk. Um tað verður so, at stórur partur av søluni hjá Mega fer at fara fram gjøgnum internetið, verður næstan ikki neyðugt hjá handlinum at pakka vørurnar út og seta tær á hillarnar. Tær síggjast jú á internetinum. Hetta sparir nógva tíð, sigur Mark Joensen, eigari av Mega.

Í Danmark siga hagtøl, at internethandlar hava selt fyri 50 milliardir krónur síðani 1996, so grundarlagið fyri internethandlum skuldi verið í lagi.


Stórt úrval

Í løtuni hevur internethandilin hjá Mega um 200 vørur í at velja. Hetta fevnir ikki um alt úrvalið, ið er í handlinum. Men Mark Joensen sigur tað bera væl til at útbyggja dátugrunnin soleiðis, at til ber at bíleggja fleiri vørur gjøgnum netið, og er ætlanin eisini at fáa hetta gjørt í næstum.

Hóast internethandilin hjá Mega seinastu fjúrtan dagarnar hevur ligið á netinum undir duldum navnið, meðan eigararnir hava royndarkoyrt hann, eru tað fleiri, ið longu hava funnið fram til hann, og umleið 30 bíleggingar eru longu komnar. So Mark Joensen væntar, at tað fer at gangast væl at selja alt frá disklum til teldur gjøgnum internetið.