Í seinastu viku kom føroyska løgreglan á internetið.
Heimasíðan eitur www. politi.fo og har ber til at síggja tað, sum er vert at vita um løgregluna.
Har finnast upplýsingar um løgregluna sjálva, arbeiði hennara og m.a. eisini um hvussu ein kann gerast løgreglumaður.
Uni Vestureið, løgregluovasti í Føroyum sigur, at endamálið við heimasíðuni er, at fylgja við tíðini..
? Fólk vilja fegin hava atgongd til upplýsingarnar allar tíðir á døgninum og tað fáa tey á henda hátt. Nú sleppa tey fra´at ringja til okkara at spyrja um nær píkarnir skulu av, ella hvat tað kostar at skifta pass. Tað fáa tey at vita á netinum, sigur Uni.
Í fyrstani verður farið heldur varisliga fram, sigur Uni, sum kortini leggur afturat, at heimsíðan verður útbygd við tíðini.
»Føroyska løgreglan« er triðja løgregluøkið í danska ríkinum, sum kemur á netið.
Hetta dámar Una væl, tí tað vísir, at føroyingarnir fylgja væl við í menningini.
Málið á heimasíðuni er danskt, og tað hevur stovnurin fingið okkurt skotið fyri.
? Men tað hevur sína náttúrligu frágreiðing. Stovnurin er danskur og tí er stovnsmálið danskt, men vit tosað føroyskt, skemtar Uni.
Í verandi løtu ber ikki til hjá øllum at sleppa inn á heimasíðuna.
Nøkur teirra, sum brúka Netscape Navigator sleppa ikki inn á heimasíðuna, og boðini frá løgregluni eru, at uppgraderað til ein nýggjari »browsara«, sum tað eitur á teldumálið, men tað er ikki ráðiligt hjá øllum.
Tey, sum brúka Explorer browsara hava ikki trupulleikar at sleppa inn á heimasíðuna hjá løgregluni.