X-Factor byrjar í jólafrítíðini

Nýggja X-Factor kappingin hjá Danmarks Radio byrjar longu í ár. Við nýggjum verti og tveimum nýggjum dómarum.

 

Vanliga er fyrsta sendingin av X-Factor ikki farin av bakkastokki fyrr enn í januar mánaði, men í ár verður fyrsta sendingin longu fríggjadagin 28. desember.

 

Hetta boðar Danmarks Radio frá í dag í einum tíðindaskrivi.

 

- Vit hava gjørt eina samlaða meting, og við at senda premieruna av sættu sesongini fríggjadagin 28. desember geva vit hyggjarunum tað besta sjónvarpstilboðið millum jól og nýggjárs, sigur Jan Lagermand Lundme, ið er undirhaldsstjóri í DR.

 

Í skrivinum sigur undirhaldsstjórin, at hyggjararnir kunnu eins og undanfarin ár vænta sær undirhald av besta slagi.

 

- Vit hava funnið luttakarar til upptøkuroyndirnar á teimum mongu tónleikafestivalunum, ið hava verið í summar. Og tað hevur riggað! Vit hava fingið nógvar ymiskar týpur, sum kunnu borga fyri góðum undirhaldi. Støðið á sanginum er rættiliga høgt, kann eg leggja afturat, sigur Jan Lagermand Lundme.

 

Eisini viðvíkjandi dómarapanelinum verður ein broyting í hesum umfarinum av X-Factor. Pernille Rosendahl og Cutfather eru ikki við, og í teirra stað eru komnar ida Corr og Anne Linnet.

 

Lise Rønne hevur verið vertur til næstan allar X-Factor kappingarnar, sum hava verið, men nú verður verturin Signe Molde, sum eitt nú er kend frá Det Nye Talkshow.