X Factor gøla: Tann besta reyk

Danska Ekstrablaðið kallar avgerðina um at senda Annu úr X Factor eina gølu. Remee viðurkennir, at Anna hevði kanska bestu framførsluna í kappingini nakrantíð Stóru stavirnir á forsíðuni á danska Ekstrablaðnum í dag boða frá, at avgerðin um at senda Annu Nygaard úr X Factor er umstrídd og ópopuler millum danir.

 

Blaðið skrivar, at Anna hevði sína lívs framførslu fríggjakvøldið, og at hon var klárt tann besta hetta kvøldið. Men hóast hetta varð hon send heim.

 

»Hatta kanst tú ikki gera, Remme, ljóðaði tað frá lamslignum áskoðarum bæði í sjónvarpsstudionum og í fjølmiðlarúminum, tá royndi dómarin sendi Annu heim í fyrstu, opinlýsu gøluni í X Factor í ár,« skrivar Ekstrablaðið.

 

Remee viðurkendi eisini eftir sendingina, at hann hevði eitt mest sum vónleyst val.

 

- Anna Nygaard hevði í kvøld kanska bestu framførsluna í X Factor nakrantíð, og tí gav tað onga meining, at hon skuldi koma í vanda, sigur Remee.

 

Hann tók sjálvur endaligu avgerðina um, at koyra Annu úr kappingini, tí hann helt, at Jesper framvegis kann mennast nógv og hevur sína bestu framførslu til góðar í kappingini.

 

Í dag kemur Anna Nygaard til Føroya. Hon verður gestur á Hvonn, haðani Rás2 sendur sendingina Hvonn Live frá klokkan 21.