X-Factor á telefonina

Eitt ókeypis “app” er nú gjørt, sum loyvir tær at síggja sendingar hjá DR á iPhone, Android og iPad.

 

At framleiða sjónvarpssendingar er ikki tað, sum tað hevur verið. Nú krevur hyggjarin í stóran mun, at hyggja at sendingum á telefonini ella á telduni.

 

Fleiri størri sjónvarpsrásir hava seinnu árini givið sínum hyggjarum møguleikan fyri at síggja sendingar á teldu ella á telefon. DR hevur eina frálíka heimasíðu, sum hevur flest allar sendingar liggjandi, men nú vil DR eisini bjóða sínum hyggjarum ein telefon møguleika.

 

Appið hevur somu møguleikar, sum tú hevur við telduni, og tað er ókeypis.

 

DR NU eitur tænastan, sum er framleidd til telefonina. Og umframt, at til ber at síggja X-Factor og aðrar vælumtóktar sendingar umaftur, so ber eisini til at síggja beinleiðis sjónvarp við appinum.

 

Tv2 hevur longu eina slíkan møguleika, tó er tað ein nakað skerd skipan við tað, at Android telefonir ikki kunnu nýta skipanina.

 

DR hevur framleitt eina skipan, sum er til allar telefonir.

 

Hetta veit eb.dk