X Factor vinnarin samstarva við Lady Gaga framleiðara

Vinnarin av ársins X Factor kapping sleppur at samstarva við garvaðan framleiðara.

Vinnarin av ársins donsku X Factir kapping sleppur at spæla inn tónleik til eina single útgávu, har kendur framleiðari stílar fyri.


Talan er um framleiðaran RedOne, ið hevur verið við og sett síni spor á ikki færri enn 70 altjóða hitt útgávur.

 

Framleiðarin, sum býr í Svøríki, var við til at famleiða gjøgnumbrot single útgávuna hjá Lady Gaga, ið nevndist Just Dance, og seinni komu so Poker Face, Bad Romanceog Alejandro.


RedOne hevur eisini samstarvað við eittnú Jennifer Lopez, Jusin Bieber, Pitbull, One Direction, Britney Spears og Enrique Iglesias.



X Factor vinnarin fær sjálvsagt fleiri ágóðar, og ein teirra er, at hann hittir Simon Cowell, ið fekk X Factor hugskotið og legði lunnar undir kappingina.



Føroyski Jógvan er enn millum teirra, ið eru eftir enn, og sum kunnu gera seg galdandi í kappingini.