Xperiment við Múrin

Ársins livebólkur á FMA í ár, verður í summar at hoyra í Kirkjubø.

Ársins livebólkur á FMA í ár, verður í summar at hoyra í Kirkjubø. Talan er um kórið Xperiment. Tað byrjaði sum eitt ungdómskór, har fleiri av sangarunum fóru at syngja longu, tá teir vóru smábørn.

 

Fleiri av sangarunum hava verið solistar í sangleikum, ið hava verið á palli í Føroyum seinnu árini. Kórið hevur fleiri ferðir verið uttanlands og sungið og skal millum annað syngja á Vocal Festivalinum í Århus.

 

- Áhoyrarnir í Kirkjubø kunnu vænta sær eina heilt serliga uppliving, her gamlar søgur ferðast saman við tónum og verða til eitt saman við nútímans tónum og rútmum. Hesin skattur fer at ferðast víðari á nýggjum veingjum, skrivar fyrireikarin.