Yggdrasil við Kára og Rasmusi

Í Oktober fer Yggdrasil á tvær konsertferðir í tveimum ymiskum útgávum av bólkinum, eini saman við føroyska trubadurinum Kára Sverrissyni og eina saman við grønlendska trubadurinum Rasmus Lyberth.




Norðurlendski tónleikabólkurin Yggdrasil hevur seinastu 25 árini ríkað tónleikalívið heima og úti. Í sambandi við 25 ára haldið hevur bólkurin í ár verið so virkin, sum ongantíð áður. Í ymiskum útgávum av bólkinum og við ymiskum solistum hevur Yggdrasil ferðast víða hvar.
Í oktober fer Yggdrasil aftur at ferðast, talan er um tvær konsertferðir, við tveimum ymiskum útgávum av bólkinum.
Á fyrra parti av konserferðini verður tað tann útgávan av Yggdrasil, sum fyrr í ár gav fløguna Risastovu út.
Yggdrasil hevur seinastu 25 árini havt skiftandi manningar. Fyrstu árini vóru nógvir útlendingar við, men við menningini av føroyskum tónleikarum eru alt fleiri føroyingur komnir inn í bólkin. Á Risastovu er einans ein útlendingur, tað er Villu Veski úr Estlandi á saksofon. Hinir tónleikararnir eru høvuðsmaðurin í Yggdrasil, <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kristian Blak á&quot;$?$end$!$<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kristian Blak&quot;$?$end$!$Kristian Blak</st1:PersonName$?$end$!$ á</st1:PersonName$?$end$!$ klaver, rødd og grótljóði, <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;He?in Ziska Davidsen&quot;$?$end$!$Heðin Ziska Davidsen</st1:PersonName$?$end$!$ á elektriskum gittara, Brandur Jacobsen á trummum og slagverki og Mikael Blak á bassi. Umframt sangaran Kára Sverrisson, ið eisini spælir kassagittara. Strúkararnir, ið luttóku á fløguni Angelika Nielsen á violin og Tóri Restorff Jacobsen á cello verða tó ikki við á konsertferðini. Á hesum parti av ferðini spælir Yggdrasil í Týsklandi, Sveits og Danmark.<BR>Seinni partur av ferðini verður við grønlendska trubadurinum Rasmus Lyberth á rødd, <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kristian Blak&quot;$?$end$!$Kristian Blak</st1:PersonName$?$end$!$ spælir klaver, Angelika Nielsen spælir violin og Villu Veski spælir saksofon. Á bassinum skiftast Mikael Blak og Jorsi Sørensen. Hendan konsertferð byrjar við konsert í Kerteminde í Danmark og fer síðan til Grønland, har tey spæla tvær konsertir.<BR> 
Konsertskrá
Yggdrasil við Kára Sverrisyni
17. oktober Passau, Sveits
18. oktober St. Gallen, Sveits
19. oktober St. Gallen, Sveits (kirkjukonsert)
20. oktober Gambrius, St. Gallen, Sveits
21. oktober Hechingen, Týskland
22. oktober Ofterdingen, Týskland
23. oktober Tübingen, Týskland
25. oktober Fredericia Gymnasium, Danmark
 
Yggdrasil við Rasmus Lyberth
26. oktober Kerteminde, Danmark
28. oktober Nuuk, Grønland
29. oktober onnur konsert í Grønlandi