Spanski venjarin hjá Real Madrid, tann eftirhondini útskeldaði Rafael Benitez, er eisini komin í mótvind á Santiago Bernabéu. Viðhaldsfólkini hjá felagnum ýldu í gjár, tá navn hansara bleiv kunngjørt til dystin móti Real Sociedad.
Les eisini:Ronaldo skoraði 57 mál í 57 dystum í 2015
Rafael Benitez, sum byrjaði sína yrkisleið í Real Madrid, var ikki eitt vældámt venjaraval, tá hann tók við eftir væl lýdda Carlo Ancelotti. Rafael Benitez kom tíðliga í mótvind, tá hann ikki vildi nevna Cristiano Ronaldo sum heimsins besta fótbóltsspælara.
Síðani hevur hann fingið nógvan kritikk fyri sítt verjukenda spæl. Somuleiðis fekk hann av at vita eftir 4-0 tapið í “El Clasico” uppgerðini móti FC Barcelona.
Real Madrid vann dystin móti Real Sociedad 3-1, en spurningurin er um tað er nokk til at fáa stuðul frá viðhaldsfólkunum. Real Madrid er nummar trý í La Liga, og er víðari í Champions League.