Føroysku svimjararnir hava vunnið 6 heiðursmerki í dag, men tað bleiv bert til eitt gull heiðursmerki. Alisa Bech Vestergaard vann silvur í 200 m frí við tíðini 2:04.29. Alisa fekk eisini persónligt met, hennara besta tíð var 2:06.88 frá 2018.
##med5##
Eyðrið Mortensen, Bartal Erlingsson Eidesgaard og Isak Dag Brisenfeldt vunnu øll hvør sítt bronsu heiðursmerki. Eyðrið fekk bronsu í 400 metur blandað, meðan Bartal fekk bronsu í 100 metur bringu, og Isak fekk bronsu í 200 metur firvald. Isak Brisenfeldt setti stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing við tíðini 2:03.70. Róland Toftum luttók eisini í 100 metur bringu finaluni, hann endaði á fimta plássi.
Jóhanna Ólavsdóttir luttók í finaluni í 100 metur firvald og 400 m blandað. Hon endaði á fimta plássi í báðum finalum og fekk persónligt met í firvaldi. Lea Osberg Højsted luttók í 50 metur bringu finaluni, hon endaði eisini á fimta plássi.
Føroysku mennirnir gjørdist nummar 4 í staffettini 4 x 50 m blandað. Meðan kvinnurnar endaðu á 6. plássi í 4 x 50 m frí finaluni.
##med2## ##med3## ##med4##