Yngsti for­sæt­is­ráð­harr­in í Hol­landi tikin í eið

Nýskipaði forsætisráðharrin í Hollandi og minnilutastjórn hansara kunnu far undir arbeiði sítt í dag

38 ára gamli Rob Jetten kann alment kalla seg yngsta hollendska forsætisráðharran nakrantíð í dag.

Minnilutastjórn hansara er svorin í eið av Willem-Alexander kongi.

Jetten er leiðari í pro-evropeiska miðflokkinum D66, sum hevur skipað samgongu saman við miðhøgraflokkunum CDA og VVD, sum bert hevur 66 av 150 sessum í undirhúsinum í tjóðartinginum.

Samgongan verður mett sum eitt politiskt eksperiment í einum landi, sum mótvegis eitt nú Danmark hevur siðvenju við meirilutastjórnum - typiskt við stjórnargrundarlagi við smálutum.

Men tað er vorðið alsamt truplari at fáa meiriluta í einum sundurbýttum politiskum landslagi.

Tí mugu Jetten og restin av stjórnini nú leita sær stuðul frá andstøðuni frá uppskoti til uppskot.

Andstøðuflokkar bæði høgrumegin og vinstrumegin í stjórnini hava longu víst á sína mótstøðu móti ætlanunum hjá stjórnini um eina søguliga hækking av verjuútreiðslunum, sum eru fíggjaðar við niðurskurði í vælferðini, eisini á heilsuverkinum.

Jesse Klaver, sum verður mettur at vera leiðari í vinstravendu andstøðuni, kallar ætlanirnar fyri "órættvísar". Hann vísir á sjálvstøðugar útrokningar, sum vísa, at fólk við lágum inntøkum verða lutfalsliga harðari rakt enn onnur.

– Vanlig fólk skulu gjalda hundraðtals evrur meira, samstundis sum eingi eykakrøv verða sett til tey ríkastu, skrivar hann á sosiala miðlinum X.

– Hetta skal broytast.

Kendi islamkritikarin, Geert Wilders, sum stendur á odda fyri høgravenda Frælsisflokkinum, hevur sagt, at hann er ímóti einum og hvørjum uppskoti, sum stjórnin hjá Jetten leggur fram.

Jetten hevur staðið á odda fyri flokkinum D66 síðani 2023, sum stendur fyri Demokratar 66 og varð stovnaður í 1966. Hann er ein pro-evropeiskur flokkur og hevur typiskt lokkað veljarar við høgum inntøkum í býunum, skrivar Politico.

 

Ritzau/Reuters