Ynskja 24 milliónir fyri skúlabygningar

Teir fýra bygningarnir, ið Tekniski Skúli í Tórshavn hevur hildið til í eitt mannaminni, eru nú settir til sølu í samband við, at skúlin eftir ætlan flytur í nýggja skúladepilin í Marknagili.


Tað er ikki hissini upphædd, ið Landsverk ynskir fyri teir fýra bygningarnar Smiðjugerði 1,  Smiðjugerði 3, Smiðjugerði 5 og Smiðjugerði 7.


Fyri  Smiðjugerði 1 er prísuppskotið 7,7 milliónir krónur, fyri  Smiðjugerði 3 er prísuppskotið 5,9 milliónir krónur,  Smiðjugerði 5 er prísuppskotið 5,6 milliónir krónur og fyri  Smiðjugerði 7 er prísuppskotið 4,775 milliónir krónur.


Tilsamans er prísuppskotini fyri teir fýra bygningarnar, ið eru frá 1979, tilsamans 23,975 milliónir krónur.


Við søluni fylgir tann treytin, at tað virksemi, ið er í bygninginum í løtuni, ikki flytur út fyrr enn nýggi depilin í Marknagili verður tikin í brúk.


Tað er Landsverk, ið selur bygningin, og standa teir til sølu á heimasíðuni hjá Skyn.