Ynskja ein grønmetisháskúla í Sandoynni

Á løgtingslógini fyri 2018 eru 2,5 milliónir krónur settar av til eitt skúlatilboð innan list og handverk á Sandoynni. Júst hvat peningurin skal brúkast til, er ikki greitt enn, men sambært Kringvarpinum, so eru tað nakrar eldsálir á oynni, ið hava eitt boð.


Fólkini handan áhugafelagnum Veltan, ið er eitt felag, ið hevur til endamáls at gera grønmetisframleiðslu til ein vinnuveg, ynskja nevniliga at seta á stovn ein grønmetiseftirskúla á oynni. Tað søgdu umboð fyri felagið í Dag&Viku í kvøld.


- Tað hevði verið ótrúliga gott um man fekk etablera nøkur ting. At her taka vit at læra um okkara rávørur, at granska í okkara rávørum, og at brúka tær til nakað nýtt og øðrvísi, her taka vit tað í størsta álvara. At byggja ein skúla rundan um tað hevði verið øgiliga intrisant, sigur Katrin Petersen við Dag&Viku.


Katrin Petersen upplýsir, at í fyrstu atløgu, so er einki endaliga avgjørt enn, men at man í fyrstu atløgu miðar eftir at bjóða onkur skeið um summarið.