Putin drepur frá hond, og hann hevur nógv fólk at hjálpa sær, eisini fólk, sum landsstýrið í rámasta álvara ætlar at seta seg til borðs við fyri jól at tosa um fiskirættindi – kanska lýðandi á hugnaligan russiskan jólatónleik, so teir ikki hoyra bumbubrestirnar fyri sær.
Hetta ljóðar sum ein vittigheit. Men tað er tað ikki – men tað verður tað kanska, tá tað gongur upp fyri Fólkaflokkinum og løgmanni, at vit als einki samband skulu hava við hesar devulsins sveinar, sum eiga at setast fyri ein krígsdómstól sum skjótast.
Men vit kunnu staðfesta, at leiðandi politikarar í Føroyum ynskja samstarv við hesar menn, sum ikki virða Gud, sum okkum annars dámar so væl – og so slett ikki mannarættindi. Tað eru umboðsmenn hins versta, sum menninir í Tinganesi tráa eftir.
Fyrst var umberingin, at »vit halda okkum til ES«. Men tá tað ikki riggaði meira, so fóru vit at »halda okkum til íslendingar«, og tá tað ikki riggaði, so fóru vit »at halda okkum til Noreg«. Og sjálvt um tað heldur ikki riggar meira, tí at Noreg hevur stongt allar havnir, uttan tríggjar í Norðurnoreg, fyri russum – har teir eru undir strongum eftirliti, so er umberingin framvegis, at vit gera sum Noreg.
Men er tað nú rætt at samanbera okkum við Noreg? Eins og Russland, so er Noreg umsitingarland í Barentshavinum, har vit fiska sambært fiskiveiðuavtalu, sum seinastu árini hevur verið millum tvey fræls demokratisk lond. Nú er tað samstarv við eitt land, sum er stýrt av hópdrápsmonnum, barnamordarum, ódemokratum, sum eingin í øllum heiminum átti at viljað havt nakað sum helst við at gjørt.
Fremsta uppgávan hjá løgmanni, fiskimálaráðharra og hinum ráðandi monnunum eigur nú at vera at tryggja føroyskum reiðaríum og skipum rættindi aðrastaðni í býti við tað, sum vit annars hava latið russum. Tað eigur og skal ikki koma upp á tal at gera nakra avtalu við hesar krígsbrotsmenn.
Umframt at kammeratarnir í Moskva drepa kvinnur og børn og menn, so eru teir nú farnir at bumba vatn- og elveitingar, nú veturin stendur fyri durum. Nú skal fólkið í Ukraina frystast og svøltast í hel.
Eitt orðatakið sigur: »Sig mig hvem du omgås, og jeg skal sige dig, hvem du er«...
Kann tað passa, at tað bara eru Jenisi og Kristini í samgonguni, sum tað glógvar í?