Nógvir føroyingar á Copenhell: – Hetta er stuttligt

– Vit ætla at hittast og stuðla Eivør, tá hon spælir, sigur ein av føroyingunum á festivalinum á Refshaleøen í Keypmannahavn.

Í dag byrjar málmsfestivalurin í Keypmannahavn, Copenhell, og heldur fram inntil sunnudagin.

 

Tað plaga altíð at vera nógvir føroyingar á Copenhell, og í ár er einki undantak.

 

Ein teirra er Laura Kathrine Apol.

 

– Tað er stuttligt, at so nógvir føroyingar eru við í ár. Føroyingar elska Copenhell. Her er rættiliga heimligt. Ikki alt ov stórt, men festligt og trygt, sigur hon.

 

Stutt áðrenn festivalin stovnaði hon ein Messenger-bólk fyri føroyingar, sum fara á Copenhell í ár.

 

– Vit vita um sera nógv, sum fara, og tað var stuttligt var at vita, hvussu nógv faktiskt koma og so eisini hittast. Vit eru higartil omanfyri 100 í Messenger-bólkinum, sigur Laura, sum heldur hetta vera eitt upplagt høvi hjá tungmálmsáhugaðum at koma saman.

 

– Í gerandisdegnum kann man gott føla seg eitt sindur einsamalla um at elska tungmálm. Men her eru vit saman um tað, sigur hon.

 

– Vit eru klár til Eivør

 

Copenhell í ár er heilt serligt fyri føroysku gestirnar, tí Eivør skal nemliga á pallin fríggjakvøldið.

 

– Vit ætla at hittast og stuðla Eivør, tá hon spælir. Fleiri hava føroysk fløgg við og ætla kanska eisini at dansa føroyskan dans uppá eitt tíðspunkt, sigur Laura Kathrine Apol.

 

LES EISINI: Copenhell: John hevur fingið sær Merkið á ryggin

 

LES EISINI: Føroyingar: - Hetta skulu vit hoyra á Copenhell

 

##med2##

 

Laura hevur dóttir sína við á Copenhell. Hon er 11 ár og er við fyri fyrstu ferð. Her eru tær báðar.