Yvir 10.000 atgongumerki seld til sesongpremieruna hjá Fredrikstad

Í morgin klokkan 13.30 byrjar føroyingaliðið, Fredrikstad upp á kappingarárið í bestu norsku fótbóltsdeildini

Tað er stórur fótbóltsfepur í Fredrikstad. 

 

Í morgin fer Fredrikstad FK, ið hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara, og sum hevur Jóannes Bjartalíð og Brand Hendriksson í hópinum undir kappingarárið í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Lagt verður fyri í morgin klokkan 13.30 á heimavølli móti verandi meistarunum, Bodø/Glimt.

 

Yvir 10.000 atgongumerki eru seld, so føroyingaliðið fer ikki at mangla stuðul í morgin.

 

Bodø/Glimt eru favorittar hjá veddingarfyritøkunum, men Fredrikstad Blad metir, at tað væl skipaða liðið hjá Mikkjali Thomassen hevur møguleika at fáa stig, eisini tí Bodø/Glimt er darvað av skaðum.

 

Spennandi verður at fylgja Fredrikstad hetta kappingarárið. 

 

##med2##