Yvir 1200 harur skotnar í Føroyum í ár

Higartil í ár eru væl yvir 1200 harur skotnar ymsastaðni í Føroyum.

Tað sigur Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum.

Sjálvur er hann íðin harumaður og hevur stóran áhuga fyri øllum tí, sum hevur við haru at gera.

Í hesum sambandi roynir hann nú at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum um haru.

Men hetta er ikki so einfalt, tí haruskjóting er um alt landið og tað er ikki altíð so lætt at vita, hvussu nógv verður skotið.

Men hann er í sambandi við harufólk, hann kennir og tað er eisini ein síða á Facebook, sum eitur haruskjóting í Føroyum, har hann fregnast eftir upplýsingum og har fær hann mangt og hvat at vita.

Men ein uppgerð, hann hevur gjørt, vísir, at tann 17. desember hevði hann fingið upplýsingar frá monnum, sum høvdu skotið tilsamans 1.274 harur í ár.

Síðani tá hevur verðið verið sera vánaligt, so tað er ivingarsamt, hvussu nógv er skotið síðani.

Tær 1.274 harurnar, sum eru kotnar í ár, eru skotnar á 118 veiðiferðum í 64 hagapørtum kring landið.

Higartil hevur hann fingið at vita um haruskjóting í 11 oyggjum.

Tað er á hesum støðum, at tær flestu harurnar eru skotnar í ár:

- Skálatoftir á Borðoydni har 105 harur eru kotnar á sjey veiðiferðum.

- Norðurtriðingur, Norðaripartur í Sørvágur, har 95 harur eru skotnar á sjey veiðiferðum.

- Presthagi í Kvívík, har 79 harur eru skotnar á seks veiðiferðum

- Fyri Norðan í Kunoy, har 54 harur vórðu skotnar á fýra veiðiferðum.

- Klappjaktin í Trongisvági, har 50 harur vórðu skotna á einari veiðiferð.

- Inni í Dølum á Viðareiði, har tey skutu 45 harur á trimum veiðiferðum

- Slættaratindur á Eiði, har tey hava skotið 45 harur á seks veiðiferðum.

Eyðfinn Magnussen ásannar, at listin er verri enn so fulfíggjaður, tí tað eru nógvir veiðimenn, hann einki veit um og tí vil hann fegðin, at haruskjúttar gera vart við seg, so at yvirlitið kann verða so fullfíggjað, sum gjørligt.

Hann sigur, at sum er, vita vit ikki so nógv um haruskjóting í Føroyum, tí hagtølini eru ikki nógv.

Hann sigur, at fæst eitt álítandi yvirlit yvir, hvussu nógv verður skotið, fæst eisini ein hóming av, hvussu nógv er til og hvussu gongdin er yvir fleiri ár.

Myndin er av harumonnum í Vestmanna í fjør.