Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, er tað tingfólkið, sum hevur møtt ringast upp til teir 39 tingfundirnar, sum hava verið í hesi tingsetuni, sum byrjaði á ólavsøku.
Tað sæst í gerðabókini hjá Løgtinginum. Fyri hvønn tingfund verður protokoll førd, sum vísir, hvørji tingfólk ikki eru á tingfundi.
Johan Dahl hevur verið burturstaddur 11 ferðir av 39 tingfundum. Tað er eitt fráveruprosent upp á 28,2.
Næstur á listanum yvir tingfólkini, sum møta illa upp, er Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins. Hann hevur verið burturstaddur á 8 av 39 tingfundum, sum gevur honum eitt fráveruprosent upp á 20,5.
Nummar trý og fýra á listanum eru Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jenis av Rana, sum hava burtur 6 av 39 fundum, og sum soleiðis hava eitt fráveruprosent upp á 15,4.
Tá tingfólk verða skrivað upp í gerðabókina fyri ikki at hava møtt á tingfundi, so er tað tí, at tey ikki hava varafólk fyri seg á tingi. Tey kunnu fáa farloyvi og lata næsta fólk á listanum taka sæti. Um tey eru burtur í privatum ørindum, so missa tey løn, tá tey eru í farloyvi, men um tey eru burtur í tingsins ørindum, so fáa tey løn eins og varafólkið, sum møtir fyri tey.
##med2##
Talvan vísir fráveruna hjá teimum 23 tingfólkunum, sum eru skrivaði fyri fráveru í gerðabókini hjá Løgtinginum