Yvir 300 heim í Føroyum á Airbnb

Fert tú á heimasíðuna hjá Airbnb, og leitar eftir at búgva í Føroyum nær sum helst, so finnur tú yvir 300 heim at velja ímillum. 306 heim er talið í skrivandi stund. 

 

 

Tað dýrasta húsið fært tú fyri 5.621 krónur um náttina, sambært Airbnb. Talan er um 10 seingjarpláss í hesum húsið. Tað næst dýrasta sambært heimasíðuni kostar 4.997 krónur fyri náttina og hevur trý seingjarpláss. Húsini í Føroyum fáa sera høg skotsmál. Samanlagt liggja ummælini á 4.6 stig av 5 stigum. 

 

 

Miðalprísurin fyri at leiga eitt heim umvegis Airbnb í Føroyum, er sambært heimasíðuni 714 krónur. Fleiri lond eru farin at seta avmarkingar á, hvussu nógv íbúgvar sleppa at leiga heim út til ferðafólk á hendan hátt. Orsøkin er, at bústaðarmarknaðir í fleiri býum eru frammanundan undir trýsti - nevnast kunnu Reykjavík, Amsterdam og Keypmannahavn - og við hesum nýggja hátti at leiga út heim til ferðafólk, verða alsamt fleiri íbúðir nýttar einans til hetta endamál, og ikki til at leiga út til lokala fólki. 

 

 

Í Amsterdam sigur lógin, at íbúgvar einans sleppa at hava heim sjónlig á heimasíðuni hjá Airbnb í 60 dagar, so verður heimið ósjónligt á síðuni, tí tað er evsta mark.