Yvir 70 km upp á liturin

Tíðarritið Ingenøren skrivar, at longu frá komandi ári, ber til at ogna sær ein 2-persónabil, sum kann koyra heilar 72 km bert við einum litri av diesel. Framleiðarin er Volkswagen í Týsklandi.

Longu á vári í fjør varð kunngjørt, at VW L1 fór verða framleiddur frá ársbyrjan í 2013, men framleiðslan er nú framskundað til at byrja longu í 2010.


Á stórari bilmessu í Frankfurt varð hesin bilurin sýndur fram við ymiskum dagføringum á tí tøknifrøðiliga og tí sniðkenda. Bilurin er ein reinur hybridbilur við 2- syl. dieselmotori við 800 cc og 36 hk saman við einum 10 kW el-motori. Megin verður flutt umvegis ein 7 trins DSG-gearkassa, sum vit eisini kenna frá øðrum VW-útgávum. Toppferðin er 160 km/t, bilurin koyrir frá 0 til 100 km/t upp á 14,3 sekund. C02 útlátið er umleið 39 g/km


Bilurin er nakað øðrvísi at lýta á, enn ein vanligur bilur, sum vit kenna í dag. Pláss er fyri tveimum persónum, har tann eini situr framman og hin aftan. Bilurin er í mesta mun bygdur av fibur, ið heldur vektini undir 500 kg.


www.magn.fo