Vinningurin fyri at vinna seg í Champions League og Europa League verður nú øktur. B36, HB, Víkingur og NSÍ fáa samanlagt næstan 8 milliónir krónur frá UEFA, fyri at hava vunnið seg í Champions League og Europa League. Tað eru tvær milliónir krónur fleiri enn væntað við kappingarenda í 2014.
Vinningurin fyri at blíva meistari í Føroyum, er øktur við áleið einum fjórðingi. B36 fær tí 650.000 krónur fleiri enn tær 2,6 milliónirnar, sum roknað var við. B36 fær sostatt áleið 3,2 milliónir krónur fyri at blíva meistari í 2014.
Fyri HB, Víking og NSÍ, so er talan um eina øking upp á áleið 600.000 krónur. Vinningurin fyri at koma til Europa League var 900.000, men í dag er hann øktur við 65 prosentum, upp í 1,5 millión krónur.
Tað boða evropesiska fótbóltssamgongan, UEFA, og felagsskapurin hjá fótbóltsfeløgunum, ECA, frá í tíðindaskrivi í dag. Partarnir eru í hesum døgum í Stokholm í Svøríki, har samráðingarnar hava verið.
12 milliardir til feløgini
Høvðusboðskapurin er, at fíggjarligi munurin millum Champions League og Europa League skal minkast, so tað gerst meiri áhugavert at spæla í Europa League. Somuleiðis eru inntøkurnar hjá UEFA øktar í samband við kappingarnar, og tí skal tað eisini útjavnast í vinningini til feløgini.
Samanlagt verða útgoldnar áleið 12 milliardir krónur til feløgini, ið sum luttaka í Champions League og Europa League. Í Champions League er talan um ein vøkstur upp á 25 prosent í vinningini, meðan tað í Europa League er talan um eina hækking upp á 65 prosent.
Fýra føroysk feløg eru limir í ECA. Tey eru HB, B36, Víkingur og EB/Streymur.
Um vit seta roknistykki upp til føroyskan fótbólt, sær tað á leið soleiðis út.
Fyri Champions League:
Fyrrverandi upphædd fyri at luttaka: 150.000 Evrur = Á leið 1,1 milliónir krónur,-
Nýggja upphæddin fyri at luttaka: 200.000 Evrur = Á leið 1,5 milliónir krónur,-
Munur: 50.000 evrur = Á leið 400.000 krónur,-
Fyrrverandi upphædd fyri at spæla seg víðari í CL: 175.000 Evrur = Á leið 1,3 milliónir krónur,-
Nýggja upphæddin fyri at spæla seg víðari í CL: 300.000 Evrur = Á leið 2,2 milliónir krónur,-
Munur: 125.000 Evrur = Á leið 900.000 krónur,-
Dømi: Spælir B36 seg víðari úr fyrstu undankappingarrundu av Champions League í ár, fær felagið á leið 500.000 Evrur fyri luttøkuna, sum svarar til á leið 3,75 milliónir danskar krónur.
Hetta er ein munandi størri upphædd enn undanfarna ár, tá HB spældi seg víðari í Champions League. Tá HB spældi seg víðari í fjør, fekk felagið á leið 2,4 milliónir krónur fyri at spæla seg víðari í annað undankappingarumfar.
Fyri Europa League:
Fyrrverandi upphædd fyri at luttaka: 120.000 Evrur = Á leið 900.000 krónur,-
Nýggja upphæddin fyri at luttaka: 200.000 Evrur = Á leið 1,5 milliónir krónur,-
Munur: 80.000 Evrur = Á leið 600.000 krónur
Fyrrverandi upphædd fyri at spæla seg víðari í rundu nummar 2: 130.000 Evrur = Á leið 970.000 krónur,-
Nýggja upphæddin fyri at spæla seg víðari í rundu nummar 2: 210.000 Evrur = Á leið 1,6 milliónir krónur,-
Munur: 80.000 Evrur = Á leið 630.000 krónur,-
Samlaða frágreiðingin ber til at síggja, við at trýsta á hesa leinkjuna.