? Yvirfriðingarnevndin er dómstólur

Jógvan Ósá, sýslumaður, er ikki samdur við Dan R. Petersen, tá hann sigur, at yvirfriðingarnevndin hevur ódemokratiskt vald. Hann heldur tvørturímóti, at hon tryggjar óhefta viðgerð av øllum málum

? Yvirfriðingarnevndin er ein bremsa, ið skal forða kommunum, løgtinginum og øðrum at leika í, sum tey vilja. Dómarin er føddur limur í nevndini, og skal hann tryggja, at gegnið altíð er í lagi í nevndini, so viðgerðirnar eru óheftar. Tí eiga avgerðir hjá nevndini ikki at kunna kærast.

Hetta sigur Jógvan Ósá, fyrrverandi sýslumaður í viðmerking til samrøðuna, Sosialurin hevði við Dan R. Petersen í farnu viku í sambandið við fyrispurning til umhvørvismálaráðharran viðvíkjandi vatnorkuútbyggingunum hjá SEV.


Roknast

sum dómstólur

Dan R. Petersen vísti í samrøðuni á, at yvirfriðingarnevndin kann roknast sum ein statur í statinum, orsakað av, at avgerðirnar hjá henni hvørki kunnu kærast til dómstólarnar ella landsins myndugleikar.

Men júst tað, at hvøki løgting ella kommunur kunnu blanda seg í avgerðir hjá yvirfriðingarnevndini, metir Jógvan Ósá sum ein stóran fyrimun við henni. Hetta, heldur hann, tryggjar óhefta og sakliga viðgerð.

Jógvan Ósa vísir í sama sambandi á, at yvirfriðingarnevndin kann metast sum ein dómstólur. Ein dómstólur, ið er skipaður av einari óheftari, politiskt valdari nevnd, har sorinskrivarin er føddur formaður.

Tískil dugir hann ikki at sklja, at Dan R. Petersen sigur yvirfriðingarnevndina vera ódemokratiska.

? Yvirfriðingarnevndi virkar eftir lógini, og eru politikarar ónøgdir við lógina, kunnu teir bara broyta hana, sigur Jógvan Ósá.


Eyka trygd

? Eg meti yvirfriðingarnevndina sum eina eyka trygd móti politska valdinum. Og gott dømi um, at hetta veruliga er soleiðis, er byggingin av ferjuleguni á Gomlurætt.

Jógvan Ósá vísir á, tað var Yvirfriðingarnevndin, ið fekk borið so í bandi, at ferjulegan varð gjørd á Gomlurætt í staðin fyri mitt í Kirkjubø. Hann greiðir frá, at politiska valdið ynskti at gera eina ferjulegu í Kirkjubø til sambandið við Sandoynna, og eisini varð farið so langt, at onkur politikari kom við uppskoti um at brúka múrin sum ífyllu í ferjuleguna.

? Júst hetta dømi sýnir okkum, hvussu týdningarmikið tað er, at Yvirfriðingarnevndin er óheft av politiska myndugleikanum og, at avgerðir hennara ikki kunnu kærast.

Jógvan Ósá sigur, at fólk eiga ikki at seta spurning við gegnið hjá yvirfriðingarnevndini. Hann vísir á, at formaðurin í nevndini, sorinskrivarin, í hvørjum einstøkum føri metir um gegnið hjá limunum, og heldur hann onkran av limunum vera ógegnugan í einstøkum førum, setir hann onkran annan at taka støðu í ávísa málinum.

? Vanlig mannagongd er til dømis, at limir sunnanfjørðs taka avgerðir norðanfjørðs og limir norðanfjørðs taka avgerðir sunnanfjørðs, sigur hann.

? Eg haldi, at Dan R. Petersen hevur misskilt okkurt, tá hann sigur, at yvirfriðingarnevndin er ein statur í statinum. Tvørturímóti tryggjar hon, at alt fer reiðiliga fram, sigur Jógvan Ósá, sum ikki vil gera beinleiðis viðmerkingar til útbyggingina hjá SEV, at enda.