Yvirgangsbumbur í Moskva

Minst 38 fólk doyðu, tá tvær kvinnur sprongdu seg í luftina í undirgrundarbreytini í Moskva tíoðliga í morgun

Klokkan á Lubyanka-støðini í undirgrundarbreytini í Moskva var 06.56 í morgun, og fólk í túsundatali runnu ímillum tokini, tí tey skuldu til arbeiðis. Brádliga var ein ógvusligur brestur, og alt var í einum ruðuleika. Fleiri róptu, onnur skríggjaðu, og tey flestu tóku til beins fyri at sleppa burtur.
45 minuttir seinni endurtók søgan seg á undirgrundarstøðini Park Kulturij, sum er tætt við Moskva-ánna miðskeiðis í høvuðsstaðnum.
Russisku myndugleikarnir staðfestu skjótt, at talan var um tvær bumbuspreingingar, og at høvdu kravt 38 mannalív. Sostatt var greitt, at talan var um yvirgang, og seinni segði borgarstjórin í Moskva, at tað vóru tvær kvinnur, sum høvdu sprongt seg í luftina við bumbunum.
-Eftir teimum upplýsingum, sum vit hava nú, høvdu kvinnurnar bundið spreingievnið um miðjuna á sær, segði Jurij Sjomin, sum er leiðari fyri ákæruvaldinum í Moskva, við tíðindastovuna Interfax. Ein russisk tíðindastova segði, at onnur kvinnan hevði havt tvey bumbubelti um miðjuna, men at bara annað brast.
Russisku tíðindastovurnar skrivaðu fyrrapartin, at myndugleikarnir bóru ótta fyri fleiri atsóknum, og at loftferðslumyndugleikarnir høvdu hert eftirlitið í øllum floghavnunum.

Úr Kaukasus
Fyrrapartin hevði eingin átikið sær ábyrgdina av atsóknini í Moskva, men russisku tíðindastovurnar skrivaðu, at myndugleikarnir høvdu illgruna til islsmakar uppreistrarbólkar, sum eru virknir í teimum ófriðarligu økjunum í norðara parti av Kaukasus.
Russiski forsetin, Dmitri Medvedev, segði fyrrapartin, at russisku myndugleikarnir fara ongantíð at steðga bardaganum ímóti yvirgangi, og at tilburðurin í morgun skal kannast til botns.
Atsóknin í morgun er tann fyrsta í Moskva síðani august í 2006. Tá sprongdi ein sjálvmorðsbumbumaður seg í luftina uttan fyri eina undirgrundarstøð og tók níggju fólk við sær í deyðan. Ta ferðina váttaðu uppreistrarmenn í Kekenia, at teir høvdu sent bumbumannin til Moskva.