Hvønn dag fara millum 27.000 og 55.000 krónur úr Danmark til yvirgangsfelagsskapir í øðrum londum, men í nógvum førum vita gevararnir ikki, at pengarnir enda hjá yvirgangsfelagsskapum. Tað skrivar Jyllands-Posturin í dag.
-Tað er torført at siga við vissu, hvussu nógvir pengar fara úr Danmark til at fíggja yvirgangsvirksemi aðrastaðni, men fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, metir, at tað snýr seg um millum 10 og 20 milliónir krónur um árið, sigur PET-stjórin, Jakob Scharf (myndin), við blaðið. Hann leggur afturat, at PET arbeiða miðvíst saman við øðrum myndugleikum fyri at steðga hesum pengastreyminum.
PET-stjórin sigur, at tað er torført at avdúka pengastreymin til yvirgangsfelagsskapirnar, og enn er eingin dømdur í Danmark fyri at fíggja yvirgang.
Fyrradagin vórðu tveir somaliskir brøður varðhaldsfongslaðir í Århus, tí løgreglan hevur illgruna um, at teir arbeiddu við ætlanum um yvirgang í Danmark. Annar av brøðrunum var á venjingarlegu hjá somaliska yvirgangsfelagsskapinum al-Shabaab í januar og februar í ár. Ein somaliskur talsmaður í Danmark sigur við Jyllands-Postin, at tað er eingin ivi um, at al-Shabaab fær pengar úr Danmark.