Yvirlýsing: Stuðlið innflutninginum av frystum fiski

Yvirlýsing: Stuðlið innflutninginum av frystum fiski

Samtak og arbeiðarafeløgini heita á politiska myndugleikar um at kanna møguleikan fyri at stuðla innflutningi av frystum fiski, soleiðis at føroysku flakavirkini kunna kappast á jøvnum føti við kappingarneytar úr t.d. Noreg og Íslandi.
Seinastu 15 mánaðirnar er føroyska arbeiðsloysið vaksið við einum 1200 fólkum, soleiðis at tað í dag eru 1500 arbeiðsleys.
Arbeiðarafeløgini leggja dent á, hvussu týdningarmikið tað er at fáa skapað nøkur nýggj arbeiðspláss, soleiðis at Føroyar kunna arbeiða seg burturúr teirri kreppu, ið er uppstaðin.
- Vit síggja fyri hvønn mánað, hvussu okkara fólk missa arbeiði ella hava minnið at gera, og vit óttast, at henda gongd fer at halda fram eina rúma tíð afturat, um ikki vit handlað í stundini, siga formennirnir í arbeiðarafeløgunum.
Arbeiðarafeløgini hava seinastá árið lítið og einki merkt til, at nakað arbeiðsskapandi er gjørt - tvørturímóti so eru nógv arbeiðsfólki bæði hjá privatum, landi og kommunum søgd úr starvi ella hava minnið at gera. Eisini má havast í huga, at summar av stóru verkætlanunum, ið landið hevur sjósett, fara ikki at geva arbeiði fyrr enn í 2011.
Samtak og arbeiðarafeløgini vóna, at politiski myndugleikin fer at taka væl ímóti uppskoti Miðfloksins um at broyta løgtingslóg um stuðul til menning av fiskivinnu á landi, og at skipanin kann setast í verk sum skjótast, soleiðis at privata vinnulívið fær møguleika at skapa eina rúgvu av størvum við jøvnum inntøkum.
Tað eru nógv ting, ið kundu verið gjørt fyri at fingið meir arbeiði í landið, men at veita stuðul til innflutning av frystum fiski er lutfalsliga einfalt, og til ber beinanvegin at síggja virknaðin av hesum. Sum eisini verður sagt í viðmerkingum til uppskotið, so duga vit at virka fisk, skipanin kostar lítið og einki og sambært framrokningum kann væntast at vinningurin fyri landið verður munandi hægri, enn stuðulin, ið latin verður.
Í løtuni eru umleið 1500 arbeiðsleys um allar Føroyar, og 80% av hesum eru ófaklærd.
---------------------
Samtak
Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag