Yvirlit: Stríðið hjá Catalonia fyri loysing

Landspartastjórnin í Catalonina lovar at halda umstríddu fólkaatkvøðuna í dag, sjálvt um hon er lýst ólóglig

Myndugleikarnir í Cataloina halda í dag fólkaatkvøðugreiðslu um loysing frá miðstjórnini í Madrid.

 

Og tað hóast spanski hægstirættur hevur lýst fólkaatkøvðugreiðsluna at vera í stríð við grundlógina.

 

Her er eitt yvirlit yvir stríðið hjá Catalonia fyri sjálvstýri:

 

* 2006

30. mars: Tjóðartingið í Madrid góðkennir eina nýggja lóg, sum gevur Catalona meira vald á fíggjarøkinum og lógarøkinum.

 

31. juli: Konservativi flokkurin hjá forsætisráðharranum, Mariano Rajoy, stríðist ímóti skipanini, tí tað sambært flokkinum gevur Catalonia ov nógvar fyrimunir.

 

* 2010

28. juni: Spanski grundlógardómstólurin broytir partar av skipanini frá 2006. Millum annað rættin at nevna Catalonia sum »tjóð«.

 

10. juli: Hundraðdúsundtals fólk mótmæla í Barcelona fyri sjálvstýri. »Vit eru ein tjóð, vit avgera sjálvi«, ljóðaði frá mannamúgvuni.

 

* 2012

11. september: Meira enn ein millión fólk mótmæla í Barcelona á spanska tjóðardegnum fyri loysing. Tað er síðani vorðin ein árliga siðvenja í Catalonia.

 

* 2014

9. november: Catalonia vil ikki lúta fyri Madrid og heldur eina symbolska fólkaatkvøðugreiðslu um loysing. Meira enn 80 prosent atkvøða fyri sjálvstøðugum Catalonia. Valluttøkan er tó bara 37 prosent.

 

* 2016

10. januar: Loysingasinnaði Carles Puigdemont verður útnevndur forseti í Catalonia.

 

* 2017

9. juni: Carles Puigdemont boðar frá, at fólkaatkvøðugreiðsla um sjálvstýri verður 1. oktober. Spanska stjórnin sigur, at hon fer at forða fyri atkvøðugreiðsluni.

 

3. juli: Puigdemont koyrir ein stjórnarlim frá, tí hann setir spurnartekin við rættin at halda fólkaatkvøðugreiðsluna.

 

Mariano Rajoy, forsætisráðharri, ákærir catalonsku stjórnina fyri at hava einaveldislyndi.

 

7. september: Spanski hægstirættur lýsir fólkaatkvøðuna at vera í stríð við grundlógina. Catalonska landspartastjórnin lovar kortini at halda atkvøðugreiðsluna.

 

13. september: Spanska løgreglan fær boð um at steðga atkvøðugreiðsluni við at leggja halda á atkvøðuseðlar, atkvøðukassar, plakatir og annað, sum brúkast skal at halda valið.

 

20. september: Løgreglan handtekur 14 catalanskar embætismenn, sum verða mistonktir fyri at skipa fyri atkvøðugreiðsluni.

 

Sambært løgregluni hava tey lagt hald á slakar 10 milliónir atkvøðuseðlar. Fleiri túsund fólk mótmæla ímóti løgregluni í Barcelona.

 

29. september: Catalanska stjórnin sigur, at 2.315 atkvøðukassar eru klárir til atkvøðugreiðsluna.

 

30. september: Spanska løgreglan upplýsir, at tey hava stongt helvtina av valstøðunum.

 

Kilde: AFP

/ritzau/