Ársroknskapurin hja P/F Føroya Banka er liðugur og annað árið á rað vísir hann eitt yvirskot áðrenn skatt, sum liggur um tær fýrahundrað milliónirnar.
Men eins og undanfarin ár, so stavar ikki alt úrslitið frá vanliga rakstrinum, verri enn so. Meginparturin av yvirskotinum stavar nevniliga frá afturførdum burturlegginum, sum gjørdar vóru í kreppuárunum fyrst í nítiárunum.
Tíðin hevur víst, at tað nokk ikki var neyðugt við so stórum burturleggingum, og tí hevur bankin afturført ikki minni enn 607 mió. krónur síðani 1996. Ikki so lítið, men tað eru neyvan tær seinastu ferð at bankin afturførur burturleggingar.
Í frágreiðingini til roknskapin í 1997 varð sagt, at bankin enn átti munandi burturleggingar, sum ikki vóru afturførdar enn, og Jørn Astrup Hansen váttar, at talan er um rættiliga stórar upphæddir enn. Hóast tølini verða almenn í næstu viku, so vil Jørn Astrup Hansen ikki út við hvussu stór tey eru.
- Tann loynidómurin skal seljast eitt sindur spakuliga, sigur hann skemtandi.
Avlop uppá 360 mió.
Annars má staðfestast, at tað hevur gingið framúr væl hjá bankanum, síðani samanleggingina. Tey fimm árini samanlagdi bankin hevur verið til, hevur hann havt eitt samantalt úrslit uppá 1.269 mió. krónur. Ikki so illa farið um, tá ein hugsar um hvørjum standi bankin var í, tá byrjað var. Seinasta roknskaparár gav eitt avlop uppá uml. 360 mió. krónur áðrenn skatt.
Tíðin og uppgongdin hevur sjálvandi virkað væl við til, at tað hevur eydnast so væl, og tað er Jørn Astrup Hansen púra greiður yvir.
- Eins og restin av samfelagnum hevur bankin fingið stóran ágóða av uppgongdini. Ein ógvuliga stórur partur av kundum okkara eru vinnulívskundar og hugsað vit um fiskivinnufyritøkurnar, so hava tær havt vind í seglunum. Tær hava havt positivan pengastreym, og tað hevur gjørt tær førar fyri at niðurgjalda lánini og tað sæst sjálvandi aftur, sigur hann.
Hann vísir á, at javnin í bankanum ikki er vaksin nevnivert. Bankin hevur afturført góðar 600 mió. krónur av teimum skuldarum sum vit settu til viks, og tað svarar júst til hækkingina í skuldaranøgdini.
Tryggur og sterkur banki
Hóast tað bert eru liðin nøkur heilt fá ár síðani bankin nærmast lá í andaleypi, so er neyvan nøkur orsøk til at óttast at slíkt hendir aftur í nærmastu framtíð.
Sjálvandi skal ein ongantíð siga ongantíð, men stjórin í Føroya Banka vísir á, at bankin er sera væl fyri.
- Føroya Banki er ein sterkur og tryggur banki. Vit hava nokk tað fimtabesta úrslitið í kongaríkinum og tað sigur ikki so lítið. Tað eru vist bara teir stóru donsku bankarnir sum hava betri úrslit enn vit, sigur hann.
Tað er nú ikki bara úrslitið sum er gott. Bankin hevur eitt solvensprosent uppá 34,4 prosent, og tað er tað hægsta tað hevur verið síðani bankin varð samanlagdur. Samstundis hevur bankin eitt gjaldføri uppá 1,8 mia. krónur og hóast tað er nakað minni enn tað var um ársskiftið í 1997, so er gjaldføri bankans stak gott.
Framgongd í rakstrinum
Hóast talan er um stórar afturføringar av burturleggingum, so er tað ikki øll orsøkin til positivu gongdina í Føroya Banka. Í veruleikanum hevur bankin fingið meira burturúr vanliga rakstrinum í ár enn árið fyri.
Seinasta ár var úrslitið av fíggjarpostum 269 mió. krónur móti 222 mió. krónum í 1997. Hetta er ein broyting uppá 47 mió. krónur tann betra vegin og orsøkin til tað skal finnast í, at bankin hevur fingið meiri burturúr rentunum enn árið frammanundan. Og hetta hóast rentan á peninga- og virðisbrævamarknaðinum í veruleikanum er lækkað.
Tað skal tó eisini leggjast afturat, at rakstrarkostnaðurin er hækkaður eitt vet. Í 1998 kostaði tað 126 mió. krónur at reka bankan, meðan tað í 1997 kostaði 120 mió. krónur.