Eitt nýtt samráðingarumfar millum umboð fyri Russland, Ukraina og USA um kríggið í Ukraina verður mikudagin og hósdagin.
Hetta skrivar forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, á sosiala miðlinum X.
Hvørki USA ella Russland hava váttað fundin, sum sambært Zelensky verður í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum.
Upprunaliga skuldu samráðingarnar vera sunnudagin.
Volodymyr Zelensky greiddi ikki frá, hví samráðingarnar eru útsettar.
Teir tríggir partarnir hittust fríggjadagin og leygardagin í síðstu viku - eisini í Abu Dhabi.
Spurningurin um øki var miðdepil í seinastu samráðingunum.
Her endurtók Russland sítt krav um alt Donbas-økið. Í ukrainska partinum av Donbas eru økini Luhansk og Donetsk.
/Ritzau/











