Hevur tú vónir um, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast, projekterast og bjóðast út?
- Ja, eg havi eina sera góða og stóra vón, um at Føroya løgting samtykkir fyrireiking, projektering og eitt útboð av Suðuroyartunnilin – heilt skjótt.
Tað sigur Niels Olaf Eyvindsson, sum tó harmast um, at øði er komin í grindina, sum hann tekur til, og at valfepur er komin í løgtingið.
- Tann rætta løtan er rættari nú – enn seinni. Um bíðað verður við at gera tunnilin, er sannlíkt, at hann verður nógv dýrari at gera. Meirkostnaður kemur av príshækkingum, inflatión, rentuhækkingum og øðrum.
Niels Olaf heldur, at hetta er seinasta skotið í byrsuni hjá samgonguni - at bjarga sr og einstøku løgtingssessunum hjá ávísum løgtingslimum.
- Samgongan hevur møguleikan at seta út í kortið at bjarga Suðuroynni – og harvið einum part av Føroyum og øllum Føroyum. Tað hevði klætt samgonguni, at komið í søgubøkurnar sum samgongan, ið bjargaði Suðuroynni og harvið Føroyum.
Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa fyri Suðuroynna og Føroyar?
- Tað er av alstórum týdningi, at Suðuroyggin verður knýtt saman við restini av Føroyum, íroknað Skúvoy. Tað er einki minni enn ein sjálvfylgja, at landið verður bundið saman. Ein góður ferðatíttleiki hevur so ómetaliga stóran týdning fyri fólk og samfelag.
Og Niels Olaf heldur fram:
- Onkur vildi sagt, at tað er ein menniskjarættur at hava eins atkomumøguleikar, sum onnur í Føroyum hava. Føroyar kunnu fáa so sera nógv burtur úr einum samanbundnum landi - møguleikarnar at gangnýta okkara land betur enn í dag og møguleikan at gangnýta og veksa á ein burðardyggari hátt um tænastur og tænastustøðið og tænastuøkið í Føroyum.
Hann heldur, at samfelagsraksturin við, at Suðuroyggin eisini verður knýtt upp í meginøkið, óiva kann gerast bíligari enn í dag. Bæði Føroyaland, kommunur og privat fáa møguleikan at optimera rakstur og íløgur og minimera kostnaðin av hesum.
- Samstundis sum føroyski marknaðurin - um tað er vinnuligt, mentanarligt, menniskaligt, búskaparligt ella felagskapsligt av ymiskum slag - verður bundin saman, gevur hetta eitt stórt samfelagsligt virðið, ið ikki kann gerast upp í krónum og oyrum.
Niels Olaf vísir á, at við tunnilssambandi verður møguligt at røkka øllum sama dag.
- Hugsast kann, at tá marknaður veksur – køkan verður størri - so fara prísirnir at fella á vørum og tænastum, og tað verður til gagns fyri brúkaran. Bústaðarmarknaðurin kemur at flyta seg, og harvið verður trýstið tikið av teimum sera sperdu familjunum á bústaðarmarknaðinum í miðstaðarøkinum.
Hann ivast ikki í, at hetta kemur at ávirka sethúsaprísin rætta vegin fyri keyparar. Prísstøðið á vørum og tænastum, serliga í miðstaðarøkinum fer helst at lækka munandi. Meira kemur at fáast fyri hvørja krónu - hjá tí almenna, kommunum og privatum.
Hevur tú vónir um, at Suðuroyggin hevur fingið fast samband við meginøkið um 10-12 ár?
- Um ein útbjóðing verður í vár, so er vónandi, at koyrandi verður um eini átta ár. Sum tíðin gongur, so verður nýggj tøkni tøk, og tøkni kemur at lætta um og stytta um arbeiðstíðina, heldur Niels Olaf.
Hvørji eru útlitini fyri Suðuroynna, um tað skuldi hent seg, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur?
- Tað verður ein menniskalig katastrofa, um ikki verður farið í gongd við at fyrireika, projektera og bjóða Suðuroyartunnilin út NÚ. Suðuroyggin fer ongan veg, men fráflytingin heldur fram og økist, og tilflytingin kemur at steðga upp.
Hann vísir á, at fólkasamansetingin í Suðuroynni verður meira og meira skeiklað. Suðuroyggin hevur eitt ” breaking point". Tað er, tá samansetingin av aldurbólkunum verður so mikið skeiv, at kommunurnar smokka undir trýstinum.
- Smokka kommunurnar í Suðuroynni undir trýstinum, so er bert ein móttakari av trýstinum – tað er Føroya løgting.
Niels Olaf sigur, at tey ungu og tey yngru flyta, og hetta eru tey, sum eru allneyðug at hava í oynni. Tey eldru flyta neyvan. Tey hava ikki møguleikan, orku ella hug at flyta.
- Tað gongur skjótt, at tey yvir 67-68 ár verða næstan líka so mong sum tey í virkisførum aldri. Tá verður tað ein samfelagsuppgáva, sum eingin vil hava, sigur Niels Olaf Eyvindsson.
Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar í dag, er stórt tema um Suðuroynna, og her siga nógv fólk sína hugsan um Suðuroyartunnilin, eins og ein størri samrøða er við Teit Samuelsen, tunnilsstjóra.
Lesið eisini -
Kunnu byrja upp á Suðuroyartunnilin um tvey ár - https://www.in.fo/news-detail/suduroyartunnilin-kann-faa-storan-tydning











