Zelensky væntar sær nógva hjálp

Ukrainski forsetin roknar við, at vesturlond fara at senda nógv hjálp næstu tíðina

Stór hernaðarlig hjálp er á veg til Ukraina.

 

Tað segði forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, í einari video-røðu í gjár.

 

– Vit fyrireika nýggjar og sterkar verjuavtalur við okkara sameindu, og vit rokna við, at vit fara at gera góðar avtalur í januar og februar, segði Zelensky.

 

Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í 2022, hevur Ukraina fingið stóra hernaðarliga og aðra hjálp frá vesturheiminum.

 

Nú er kríggið á veg ímóti tvey ára degnum, og seinastu mánaðirnar hevur stríðið ikki broytt stórvegis á frontinum.

 

Zelensky sigur ikki, hvørji lond ætla at hjálp Ukrania næstu tíðina, men hann hevur í eina tíð gjørt stórt diplomatiskt arbeiði fyri at fáa meira hernaðarligan stuðul.

 

Herfyri boðaði Stórabretland frá, at tey fara at lata hernaðarliga hjálp til Ukraina fyri slakar 22 milliardir krónur í ár, og franski forsetin, Emmanuel Macron, segði í vikuni, at Frakland fer at lata meira hernaðarliga útgerð til Ukraina.