Zelenskyj ákærir Russland fyri at veita Iran dronur

Iran sendi upprunaliga Shahed dronur til Russlands, sum hevur fingið sína egnu framleiðslu undir krígnum í Ukraina.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, segði seg vera vísan í, at Russland hjálpir Iran í stríðnum í Miðeystri. (Savnsmynd). - Mynd: Abdul Saboor/Reuters

Russland veitir Iran Shahed dronur til nýtslu móti USA og Ísrael.

Tað er ákæran frá ukrainska forsetanum, Volodymyr ZelenskyJ, í samrøðu við CNN, sum varð send leygardagin.

Zelenskyj sigur við CNN, at tað er “100 prosent faktuelt”, at Iran hevur brúkt russiskt framleiddar Shahed-dronur til at leypa á amerikanskar støðir.

Fráboðanir hava verið um álop við Shahed-dronum í Miðeystri, men ivamál eru um, hvør framleiðarin er.

Fyrstu Shahed-dronurnar vórðu framleiddar í Iran. Dronan er eitt nógv bíligari alternativ til dýrar rakettir. Tær vórðu fyrstu ferð brúktar nógv undir innrásini hjá Russlandi í Ukraina.

Túsundtals av teimum eru skotnar av russiskum hermonnum síðani heystið 2022, sigur Ukraina.

Hóast Iran upprunaliga veitti dronurnar, so framleiðir Russland nú sjálvt Shahed-dronurnar.

Herurin í øðrum londum hevur síðani tikið Shahed-dronuna til sín. Hetta er millum annað galdandi fyri amerikanska herin, sum hevur upplýst, at dronurnar eru partur av verandi átaki móti Iran.

Tann 28. februar fóru USA og Ísrael undir eitt stórt átak móti Iran. Tað hevur verið kallað " Operation Epic Fury".

Síðani er millum annað fyrrverandi ovasti leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, dripin. Sonur hansara Mojtaba Khamenei hevur tikið við starvinum.

Meðan ósemjan í Iran heldur fram, ger kríggið í Ukraina tað sama.

Leygardagin doyðu seks fólk í russiskum rakett- og dronuálopum um alt Ukraina.

Zelensky greiddi sjálvur frá, at fimm teirra vórðu dripin í Kiev-økinum uttan fyri høvuðsstaðin við sama navni. Her var málið orkukervið í Ukraina, men sethús, skúlar og virki fingu eisini skaða, segði hann.

Fimtan fólk vórðu særd í álopunum, upplýsir Zelensky.

Seinni leygardagin segði guvernørurin í Zaporizjzja-landslutinum, Ivan Fedorov, at ein persónur er dripin og tríggir særdir í einum russiskum álop á eitt bústaðarøki í býnum við sama navni.

 

Ritzau/Reuters

 

 

 

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, segði seg vera vísan í, at Russland hjálpir Iran í stríðnum í Miðeystri. (Savnsmynd). - Mynd: Abdul Saboor/Reuters