Iran handtikið fleiri fólk fyri samstarv við Ísrael

Fleiri iranar eru handtiknir og skuldsettir fyri at hava sent hernaðarligar upplýsingar og upplýsingar, sum hava við landsins trygd at gera, til Ísrael

 

Iranskir myndugleikar hava handtikið 38 fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava samstarvað við Ísrael.

 

Tað siga iranskir miðlar í dag, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.

 

Sambært almennum iranskum myndugleikum eru 20 fólk handtikin løgregluátaki í Vestur-Aserbadjan.

 

Hesi eru skuldsett fyri at hava sent hernaðarligar upplýsingar og upplýsingar, sum hava við landsins trygd at gera, til Ísrael.

 

Í minsta lagi 18 onnur eru handtikin fyri at hava sent myndir av støðum, sum Ísrael og USA hava bumbað, til Iran International.

 

Iran International er iransk tíðindatænasta, sum heldur til í London.

 

Tað er almenna iranska tíðindastovan, Tasnim, sum endurgevur iransku fregnartænastumyndugleikarnar.

 

Í januar í ár setti Iran forboð fyri samstarvi við Iran International, tí myndugleikarnir halda, at tíðindatænastan hevur tilknýti til Ísrael.