Ukrainski forsetin vitjaði fyrr í vikuni fyri fjórðu ferð í Noregi, síðan Russland leyp á grannalandið Ukraina fyri meira enn fýra árum síðan.
Á vitjanini í Noregi varð avtala undirskrivað um tættari samstarv við Noregi, sum annars hevur verið ein dyggur stuðul hjá Ukraina undir krígnum.
Í norska stórtinginum vóru eisini stundir til látur, meðan ukrainski forsetin vitjaði, og her fekk Volodymyr Zelenskyj snøgt sagt láturkrampa.
Vinstra-leiðarin, Guri Melby, avdúkar nú, at tað var ein søga hjá henni, sum gav ukrainska forsetanum ein rættiligan láturkrampa.
Søgan byrjaði heima hjá Guri við morgunmatarborðið. Her fortaldi hon børnum sínum, sum eru átta og tíggju ára gomul, at hon skuldi hitta Zelenskyj.
Tá segði annað av børnunum, at hon mátti fortelja ukrainska forsetanum, at tey høvdu kallað kettuna hjá teimum - Zelenskyj - upp eftir honum.
Og Guri Melby greiðir soleiðis frá í samrøðu við www.tv2.no:
- Tá vit komu inn á fundin, hevði eg ein lista við spurningum, men tá tað gjørdist mín túrur at spyrja, høvdu onnur sett somu spurningar.
Guri Melby fortaldi nú ukrainska forsetanum um morgunmatarborðið og heilsanina, sum børnini høvdu biðið hana borið honum.
- Tað var eg, sum skeyt upp, tá kettan skuldi navngevast, at vit skuldu kalla hana Zelenskyj.
Hon sigur, at tá ukrainski forsetin hoyrdi søguna, skar hann í látur, og láturin mundi barasta ongan enda fingið.
- At tvey børn í Noregi hava eina kettu, sum kallast Zelenskyj, sigur jú okkum nakað um, hvussu týdningarmikil hann er fyri okkum, heldur Vinstra-leiðarin.
##med2##
Peter Frølich í Høgra, sum er formaður í norsku uttanríkisnevndini og hevur verið ein góður stuðul hjá ukrainska forsetanum, heldur, at látur er eitt gott tekin.
Hann vísir á, at slíkir fundir ofta eru merktir av diplomatiskum protokollum, sum hann tekur til, og roynt verður á fundunum at siga tey røttu tingini.
- Men, fantastiska søgan hjá Guri Melby gjørdist ein løta við ótrúligari menniskjaligheit - á einum fundi, sum annars snúði seg um russiska terrorbumbing og harðrendar veruleikar.
Og Peter Frølich leggur aftrat:
– At hoyra ektaðan, hjartaligan og ókrontrolleraðan látur frá manni, sum stendur á odda fyri einum landi í einum harðrendum kríggi gjøgnum fleiri ár, er ein løta, eg fari at minnast, sigur hann við www.tv2.no
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði seg vóna, at tey vóru glað fyri kettuna heima, sum er uppkallað eftir honum.











