Zelenskyj komin til Íslands á fund í Norðurlandaráðnum

Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, er komin til Íslands. Flogfarið við honum lendi í Keflavík stutt eftir døgurða.

Hetta er fyrsta almenna vitjan hansara í Íslandi. Har skal hann á fund við Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra, og luttaka á fundinum hjá Norðurlandaráðnum.

Volodymyr Zelenskyj skal eisini halda røðu fyri tingfólkunum í Norðurlandaráðnum í sambandi við fundin hjá ráðnum í Reykjavík, sum byrjar í morgin. 

Gøtur eru stongdar og stór løgreglulið eru um hann í sambandi við vitjanina.

 

Fundir verða í Altingshúsunum og ráðhúsinum í Reykjavík undir heitinum "Friður og trygd í Arktis".

Norðurlond eru trúgvir stuðlar hjá Ukraina.

Í fráboðan sigur Volodymyr Zelenskyj, at samráðingarnar fara at snúgva seg um stuðul til sokallaðu Sigursætlanina og tey viðurskifti, har samstarvið millum tjóðirnar kann røkka mest.

Hann nevnir fígging av ukrainskari vápnaframleiðslu og langtrøkkandi vápnum, fyrireikingar til veturin, trygd á sjónum, revsitiltøk móti russiska skuggaflotanum, økta verjuhjálp, venjing og útgerð til ukrainskar herdeildir.