Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ávarar nú Russland um, at kríggið eisini er á veg til Russlands.
Hetta sigur forsetin eftir fleiri dronuálop á russiska høvuðsstaðin Moskva seinastu vikuna.
Í gjár vórðu ikki færri enn tríggjar ukrainskar dronur yvir Moskva, sum russiski herurin sigur seg hava skotið niður.
- Stigvíst kemur kríggið nú inn í russiskt øki. Hetta kann ikki umgangast, men er náttúrligt og avgjørt ein rættvís avleiðing.
Soleiðis segði ukrainski forsetin á einari vitjan í býnum, Ivano-Frankivsk, har vesturi í Ukraina um vikuskiftið.
Sjálvsagt sipaði hann til, at henda gongd er av avleiðing av harðrendu russisku krígsførsluni og hersetingini av ukrainskum landaøki.
Í gjár søgdu russisku myndugleikarnir, at herurin hevði skotið fleiri dronur niður, bæði yvir Moskva og yvir Krim-hálvoynni.
- Í Moskva fingu tveir skrivstovubygningar skaðar av ukrainsku atsóknunum, visti tíðindastovan NTB at siga í gjár.