Zelenskyj og Johnson hava snakkað saman

- Í Póllandi læra vit ukrainskar hermenn at brúka loftverjuvápn, og í Bretlandi læra vit teir at brúka hernaðarakfør, segði Boris Johnson við BBC í gjár.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj og bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hava snakkað saman í telefon í dag um ein nýtt "stig" í hernaðarligari hjálp.

 

Tað segði Anryj Sybiga, sum er varastápsleiðari hjá ukrainska forsetanum, við ukrainskt sjónvarp í dag, og tað er Reuters, sum ber tíðindini.

 

Anryj Sybiga segði, at í telefonsamrøðuni snakkaðu ríkisleiðararnir eisini um fíggjarliga hjálp til Ukraina í framtíðini.

 

Bretski forsætisráðharrin váttaði annars í gjár, at bretska verjan nú venur ukrainskar hermenn bæði í Bretlandi og í Póllandi.

 

- Í Póllandi læra vit teir at brúka loftverjuvápn, og í Bretlandi læra vit teir at brúka hernaðarakfør, segði Boris Johnson við BBC.

 

Sambært tíðindaskrivaranum hjá forsætisráðharranum komu 20 ukrainskir hermenn til Bretlands fyrr í hesum mánaðinum at læra at brúka tey 120 hernaðarakførini, sum Bretland letur Ukraina.

 

Bretland hevur latið ukrainska herinum hernaðarakfør av sløgunum, Mastiff, Wolfshund, Husky og Spartan, og Ukraina hevur eisini fingið sjúkrabilar av slagnum, Samaritan.

 

Boris Johnson heldur tað vera skilagtt at læra hermenninar at brúka henda útbúnað.

 

- Vit eru bevíst um alt, sum kann føra til, at kríggið spjaðir seg, men tað einasta, sum "eskalerar" í løtuni, eru atgerðirnar hjá Vladimir Putin, sigur tíðindaskrivarin hjá bretska forsætisráðharranum.