Zelenskyj: Russar oyðiløgdu alt áðrenn teir flýddu

Russiska hersetingarvaldið, sum í longri tíð hevur verið fyri áhaldandi ukrainskum álopum í Kherson-økinum, gav at enda skarvin yvir og flýggdi úr býnum.

Volodymyr Zelenskyj sigur, at russar hava oyðilagt alt undirstøðukervið í býnum Kherson, áðrenn teir flýddu.

 

Sambært Reuters sigur forsetin, at russar hava oyðilagt samskiftisútgerð, vatnveitingar, hita og el í býnum.

 

Ukrainar tóku ræðið aftur í Kherson í gjár - 104 ár eftir, at ein vápnahvíld varð undirskrivað, og fyrri heimsbardagi endaði.

 

Býurin hevur verið undir russiskum valdi í átta mánaðir, men nú eydnaðist tað ukrainskum herdeildum at taka býin aftur.

 

Russiski herurin, sum í longri tíð hevur verið fyri áhaldandi ukrainskum álopum í Kherson-økinum, gav at enda skarvin yvir og flýggdi úr býnum.

 

Reuters veit at siga, at nógv fólk vóru í gøtunum í Kherson fríggjadagin, har dagurin rættiliga varð hátíðarhildin.

 

Ein stóran part av fríggjadegnum vóru sosialir miðlar á tremur við video-brotum úr býnum, har fólk vóru úti á gøtuni við ukrainskum fløggum.

 

Sagt verður, at upptøkur eisini hava víst, hvussu ukrainski herurin tók seg fram í Kherson-økinum og at enda tók býin aftur frá russum.